Politikkur

Tøkk

...

2019-09-04 20:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góðu veljarar, góðu valevni og góðu øll tit, sum stóðu saman um Framsókn.


Vegna flokkin vil eg hjartaliga takka tykkum fyri stuðulin, vit fingu til hetta valið.

Vit kundu gjørt sum flest allir flokkar gjørdu og farið til val við nógvum og dýrum lyftum. Fyri okkum hevði tað nógv størri týdning, at vit vístu virðing fyri teimum umstøðum, sum vit eru í. Tí valdu vit at leggja dent á, at tað fyrst og fremst er neyðugt at tryggja okkara haldføri. Ikki bara tað búskaparliga,men haldførið í øllum viðurskiftum í samfelagnum.

Valevnini hjá Framsókn vóru trúgv mótvegis hesi valskrá okkara, og tað vil eg takka fyri. Vit kunnu staðfesta, at vit hava mist atkvøður uppá eina so lítið lokkandi valskrá, men at hetta var rætti vegurin at ganga fingu vit m.a. staðfest í nýggju heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum akkurát er almannakunngjørd. Har stendur m.a., at búskapurin ikki hevur brúk fyri ófíggjaðum skattalættum og líknandi tiltøkum, sum stimbra búskapin.

Búskapargongdin hevur avgerandi týdning fyri til- og fráflyting millum Føroyar og útheimin, og tí hevur tað alstóran týdning at slóða fyri produktivitetsvøkstri, sum gevur hægri livistøði. Hetta stuðlar upp undir nettotilflyting, har ung fólk í størri mun velja Føroyar. Hetta bøtir í sjálvum sær um fíggjarpolitiska haldførið, skrivar ráðið. Og tað er júst tað, sum Framsókn hevur víst á. Vit

høvdu vónað at fingið eitt betri úrslit, men vit eru takksom fyri, at flokkurin varðveitti tveir tinglimir.

Um illa vil til, kann úrslitið av valinum gerast katastrofalt. Vinnuliga, búskaparliga og etiskt kunnu vit verða skotin aftur í fortíðina. Hóast vit mugu viðurkenna valúrslitið, er tað okkara skylda at ávirka soleiðis at politikkurin hjá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum ikki vinnur frama.

Framsókn lovaði í síni valskrá at ansa eftir Føroya framtíð. Hetta lyfti fara vit at halda og bjóða soleiðis okkara tveir tingsessis tøkar til hetta arbeiði. Føroyar hava tørv á stabiliteti. Føroyar hava brúk fyri trygd og haldføri í øllum viðurskiftum í samfelagnum. Sum støðan er nú kann hesin politikkur best fremjast av einari samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Poul Michelsen

Formaður í Framsókn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder