Mánakvøldið 21. januar fáa tjóðveldisáhugað vágafólk høvi at hitta alla floksleiðsluna í Tjóðveldi í Beitishúsinum í Miðvági.
Aðalstjórn Tjóðveldis, sum er evsti myndugleiki floksins, hevur sum siðvenju at spjaða sínar fundir kring landið. Næsti regluligi fundurin verður í Vágum mánadagin, og tað er eftir henda aðalstjórnarfundin, at fundurin í Beitishúsinum verður kl. 20.
??ll tjóðveldisáhugað eru vælkomin, og vónar floksleiðslan at fáa nógvar spurningar og dúgligt kjak um aktuellar, politiskar spurningar ??? bæði lokalar og landsfevnandi ??? ikki minst sæð í ljósinum av, at tað er valár í ár.
Í aðalstjórnini sita øll ting- og landsstýrisfólk floksins eins og umboð fyri øll tey sjey økisfeløgini hjá flokkinum og Unga Tjóðveldi. Gunnhild Dahl Niclasen úr Klaksvík er forkvinna í aðalstjórn Tjóðveldis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald