Eykaflokstingið hjá Tjóðveldi hevur samtykt, at stillað verður upp til komandi fólkatingsval.
Støða skuldi takast til, um flokkurin skuldi stilla upp til fólkatingsvalið komandi, og um so var, hvussu stillast skuldi upp og eisini hvørji høvuðsmálini í valskránni skulu verða. Á skránni var eisini framløga, har Magni Arge, fólkatingsmaður, greiddi frá virkseminum hjá Tjóðveldi á Fólkatingi hesi skjótt fýra árini har Tjóðveldi hevurhavt sæti á Fólkatingi.
Rættiliga nógv fólk møttu til eykaflokstingið. Lívligt orðaskifti og nógvir spurningar vóru eisini um arbeiðið hjá flokkinum á Fólkatingi, og um støðuna hjá flokkinum til spurningin, um stillast skal upp til Fólkatingið.
Eftir lívligt og gott kjak samtykti eykaflokstingið at Tjóðveldi skal stilla upp til komandi fólkatingsval. Samstundis varð heimild givin aðalstjórnini hjá Tjóðveldi at gera av, hvussu stillast skal upp, í samráð við økisfeløgini at gera av hvørji og hvussu nógv valevnini skulu vera, at gera valskránna lidna og at annars skipa øll praktisk viðurskifti, sum eru í samband við uppstilling fólkatingsvalið.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald