Politikkur

Tjóðveldi kom við Puigdemont

...

2019-05-29 13:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tjóðveldi kom við Puigdemont

Javnaðurin kom við Lykketoft, og nú kemur Sambandið við Lars Løkke. Vit í Fólkaflokkinum trúgva upp á føroyingin og koma við A-liðnum.

Tjóðveldi lat donsku vaskikonuna rinda, tá Arge-maðurin í reinari sjálvsprofilering kom við Puigdemont til Føroya. Danir rindaðu.

Nú er Tjóðveldi í øðini inn á at Sambandi, tá tey koma við Lars Løkke. Danir rinda.

Mogens Lykketoft, sum var høvuðsstrategurin aftan fyri frontala og ódámliga álopi á Maritu Petersen, Løgmann í bankabjargingini, bleiv heilt óskiljandi høvuðsnavnið á landsfundi Javnaðarfloksins í vár. Danir rindaðu.

Vit í Fólkaflokkinum trúgva upp á føroyingin og vit bjóða fram A-liðið, sum er sterkasta manningin til Fólkatingsvalið.

Vel føroyskt, vel Fólkaflokkin.

Jørgen Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder