Nevndin í Vága Tjóðveldisfelag heldur óbroytt fram eftir aðalfundin, sum var hildin fyri kortum. Árni Jacobsen, Sólvá Jacobsen og Ingolf S. Olsen tóku øll við afturvali. Síðani hevur nevndin havt sín fyrsta fund, har hon skipaði seg. Árni Jacobsen heldur fram sum formaður, Sólvá Jacobsen sum kassameistari og Ingolf S. Olsen sum skrivari. Varðafólk eru Jóan Petur Joensen og Johan F. Á ??rg.
Umleið 30 fólk møttu á aðalfundinum, og tað er nógv samanborið við hinar aðalfundirnar seinastu árini. Tí sjálvt um bæði áhugin fyri Tjóðveldi og undirtøkan hjá flokkinum á valunum samanumtikið hevur verið vaksandi í Vágum, so hevur ofta gingið striltið at fáa fólk av húsum til aðalfundirnar. Eisini um lokkað hevur verið við gestum uttanífrá.
Aðalfundurin í ár skuldi av røttum havt verið hildin um miðjan mars, men hesum forkom koronafarsóttin. Tí var hann hildin nú, mitt meðan skurðfjøllini verða gingin.
Árni Jacobsen kundi í síni frágreiðing siga frá nógvum virksemi í økisfelagnum í 2019, sum jú var valár. Fleiri væleydnaðir fundir vóru hildnir í tí sambandinum, harav tríggir uppstillingarfundir, og formaðurin í økisfelagnum fegnaðist um, at Ingolf S. Olsen, løgtingsvalevni floksins í Vágum, hevði gjørt eitt gott val ??? hóast tað ikki rakk til ein løgtingssess ??? sæð í ljósinum av, at flokkurin sum heild hevði havt afturgongd. Ingolf S. Olsen fekk 248 atkvøður og bleiv nummar 8 á tjóðveldislistanum.
Høgni Hoydal, floksformaður, var eisini við á aðalfundinum og greiddi frá støðuni hjá flokkinum, floksarbeiðnum og politiska arbeiðnum í Løgtinginum. Síðani bleiv dúgliga spurt og kjakast, men tíverri fór tíðin skjótt undan. Vága Tjóveldisfelag ætlar tí skjótt aftur at bjóða formanninum og/ella øðrum løgtingsumboðum vestur á fund, har meira tíð verður sett av til júst spurningar og kjak.
Aðalfundurin hjá Vága Tjóðveldisfelag mintist eisini í tøgn trúfasta og altíð stuðlandi limin, hugsjónarmannin Dánial Jákup Jørgensen, sum so bráddliga andaðist sjálvt løgtingsvalkvøldið 31. august í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald