Nýggj nólsoyarferja í 2021 og avtalu um nýggjan strandfaraflota
Tjóðveldi heitir á allar flokkar á tingi um at standa saman um at seta pening av til nýggja nólsoyarferju, og gera semju um endurnýggjan av strandfaraflotanum, so smærru oyggjarnar allar fáa tíðarhóskandi ferðasamband innan fá ár. Einætlan eigur at vera gjørd fyri at projektera og byggja nólsoyarskip beinanvegin og samstundis seta pening av til endurnýggjan av oyggjaferjunum hjá SSL komandi árini.
Til fíggjarlógina fyri 2021 hava vit tí mælt til, at Løgtingið játtar 30 mió. kr. til at projektera og fara undir at byggja nýtt skip í2021fyri at byrja uppáendunýggjanina av strandfaraflotanum. Vit mæla eisini til, at ein árlig játtan uppá á 75 mió. kr. til bygging av skipunum verður sett á fíggjarlóginaárini 2022-2025.
Tíðarhóskandi ferðasamband til oyggjarnar uttan vegasamband er bráðneyðugt, og tí eiga flokkarnir á tingi at ganga saman um eina greiða ætlan fyri stigvísa endurnýggjan av strandfaraflotanum. Fyri 300-350 milliónir kr., býtt yvir nøkur ár, ber til at endurnýggja SSL-flotan, sum røkir dagliga sambandið við smærru oyggjarnar. Tørvur er á at byggja nýggja nólsoyarferju sum skjótast, eins og tørvur er á einari ætlan fyri at byggja nýggjar ferjur til allar tær smærru leysu oyggjarnar.
Í fíggjarætlanini hjá samgonguni eru pengar ikki settir av til endamálið fyrr enn í 2025. Henda íløga kann ikki bíða til næsta valskeið. Vit heita tí á allar flokkar um at finna semju um fígging til nýggj strandfaraskip.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald