Tjóðveldi bluffar víðari!
Tað fyrsta, sum sitandi samgonga gjørdi móti fiskimonnum, var at leggja nýtt veiðugjald á svartkjaft og at hækka tilfeingisgjaldið á sild. Fyrsta lønarlækkingin hjá fiskimonnum.Næsta álopið á fiskimannin var uppboðssølan.
Sitandi samgonga hevur trífaldað gjøldini á fiskivinnuna og tekur nú 300.000.000 kr í veiðu- og uppboðssølugjøldum frá fiskivinnuni um árið.
Nógv tað hægsta gjaldið í verðini.
Nú poppa landsstýrismaður og tingmaður fyri Tjóðveldi upp og ætla at krevja, at manning og skip skulu deila hesar 300 milliónirnar eisini.
Men er nakað at býta, tá pengarnir eru farnir í landskassan?
Trupulleikin er og verður, at tað er niðurpíning av manning og reiðaríum at taka 300 milliónir kr. um árið frá fiskivinnuni.
Og tað merkist hjá fiskimanninum.
Næsta álopið á fiskimannin, sum Tjóðveldi saman við Javnaði og Framsókn, hava framt, er at loyvið nú eru skilt frá stálinum.
Tað merkir, at loyvishavari nú kann biðja eitt hvørt skip at fiska fyri seg. Og tað verður gjørt.
Havi hoyrt dømi um, at skip og manning sum fiska, fáa 40% av landingarvirðinum, meðan rættindahavarin fær 60% flutt á konto. Enn ein stór lønarlækking til fiskimannin.
Nú roynir Tjóðveldi at bluffa, alt meðan teirra álóp skola yvir fiskimannin.
Einasta trygdin fyri, at fiskimenn sleppa undan uppboðssølugjaldið er Fólkaflokkurin.
Hetta einfalt tí, at vit avtaka uppboðssøluna so títt og knapt vit fáa møguleikan.
Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald