JN

Tjóðardagur Grønlands

...

2020-06-22 16:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tjóðardagur Grønlands - eisini í Kuummiut.

Í gjár 21. juni var Tjóðardagur Grønlands og varð hesinhildin kring alt landið. Eisini í Kuummiut í Eysturgrønlandi.

Hátíðarhaldið byrjaði kl.8.00, tá kirkjukórið framførdi nakrar sangir/sálmar á kirkjutrappuni. Fitt av fólki vóru møtt og segði bygdaráðsformaðurin nøkur orð. Eftir løtuna hugnaðu fólk sær í túninum har ???borðreitt??? var við kaffi og smákøkum ??? og okkurt leksiligt til børnini.

Gudstænastan byrjaði kl. 10.00, har kirkjukórið eisini luttók við yndisligum sálamsangi. Tá løtan í kirkjuni var av, gekk leiðin út á kirkjugarðin, har avvarðandi mintust sínu kæru, ið farin vóru. Hetta var ein serstøk løta, hugvekjandi og ikki sørt rørandi. Kirkjukórið sang nakrar sangir, ið allir vóru til minnis um tey, ið farin vóru ??? á sógvi ella landi. Tey, ið ongantíð bóru boð í bý.

Seinrapartin savnaðist fólkið niðanvert í bygdini. Sótu í bólkum í grasinum og fingu sær ein betri bita. Har var alskyns gott at fáa.Turrur fiskur,kópur og náhvalur. Spik av kópi og náhvali. Roykt lambskjøt,sum búsitandi íslendagar høvdu fingið til vega. ?? grýtunum var kókað síl. Kaffi og køkur og so sjálvandi leskidrykkir til børnini, sum eisini hugnaðu sær óført við spæli og luttøku í ymsiksum kappingum. Hetta helt á til seint á kvøldi.

Ein væleydnaður dagur hildin í góðveðrinum, sum nú loksins ger vart við seg her í Eysturgrønlandi.

Tordur J. Niclasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder