JN

Tjaldur ver ó- vælkomið

...

2020-02-19 15:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Okkara grannar fyri sunnan í Orkney hava stóran alsk til tjaldrið. Teir hava ikki minni enn trí heiti á hesum okkara várboðara, ???tjaldr??? er eitt av heitunum. Eg havi ein góðan vinmann í Kirkwall, hann er bóndi og garður hansara liggur oman til fjøruna. Hvørt ár um hesa tíð eri eg vanur at forvitnast hjá honum um tjøldrini eru komin til Orkney. Eru tey koman til Kirkwall so eri tey hjá okkum um skamma stund.

Ofta síggjast tey fyrstu tjøldrini í Suðurstreymoy í Kaldbaksbotni. Á Kráartanga er fuglalív heila árið ; æður, hegrar, gjør, havgæs, toppentur og so tjøldrini. Ikki er økið stórt, men allar ársins tíðir er okkurt at síggja.Nú nærkast Grækarismessa og tey fyrstu tjøldrini í væntu. Í mong ár hevur okkara familia ??? sum so mangar aðrar i Havn-leita sær inn í Kaldbaksbotn at hoyra og síggja tey fyrstu tjøldrini, tað fyrsta klippið, altíð líka kærkomið og hugaligt. Stuttleikin at kveikja og vekja ansin hjá ommubørnunum fyri náttúruna.

Pápi mín, Axal sáli, var fuglakønur og sera vitandi um fugl og náttúru og lærdi hann okkum nógv. Stutt áðrenn hann fór hagani bilaði sjónin. Ein dagin um Grækarismessuleiti bað hann meg koyra seg til Kaldbaksbotn so hann enn einaferð ??? síðstu ferð ! ??? kundi hoyra klippini av Kráartanga.Jú, ein stórur flokkur var komin i góðveðrinum sunnan ur Orkney og tey heilsaði pápi nú hann var ferðabúgvin.

Kráartangi og Kaldbaksbotnur eru eitt ???mini ???paradís fyri fugl. Men Kaldbaksfjørður og botnurin fáa bara ikki frið. Nú er ein bátahylur lagdur beint við Kráartaga. Ikki væl frágingin , eitt ljótt stórt plastikrør skamskemmur nú fittu ánna og alt økið ávirkað. Hevur okkara Havnanevnd ongan landslags arkitekt ?

??ll loyvir eru sjálvandi fingin til vega, tað stendur ikki á, men tíðanverri verða tjøldrini ikki spurd,. Ein bátahylur so nær einum viðkvomum fuglaøki vildi ongantíð fingið byggiloyvi í grannalondunum..

Er allur ansur og gleði yvir náttúruna við at hvørva í Tórshavn ? Hava skjótibreytir og bátahylar hægri prioritet enn tað sindri vit hava eftir av fugli ?

??rmælingurin Sverri Patursson úr Kirkjubø (1871-1960) okkara fyrsti grøni umhvørvisaktivistur, hann sum bað um at lata ???heiðafuglin og smáfuglin??? fáa frið, hann tók stig til fyrsta Grækarismessuhaldið í Havn í 1943. Skjótt verður ongin grund at halda Grækarismessu longur. Sverri Patursson hevði ógvast um okkara líkasælu við náttúruni var hann millum okkara ídag.

Johan Mortensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder