Politikkur

Tímaglasið hjá Aksel rennur út

...

2019-08-11 09:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Javnaðarflokkurin legði fram sína valskrá í gjár. Høvuðsboðskapurin er, at Aksel aftur skjýtur seg í annan fótin, tí hann ikki vil í samgongu við Fólkaflokkin.

Einki nýtt var at hoyra frá Akseli, hvørs tímaglas rennur út - uttan okkurt um børn og pensjónistar, ið sitandi samgonga hevur forsømt í fýra ár.

Tað tykist, sum hann nú setir alt á eitt brett og satsar høgt.

Fólk flest vita, at sitandi samgonga er vorðin heilt stirvin í kongunum. Tað er als ikki vist, at hon heldur fram, sjálvt um hon fekk meiriluta.

Innast inni veit Aksel helst, at dagarnir hjá sitandi samgongu eru taldir.

Løgmaður (3 vikur aftrat) sigur, at hann kann samstarva við Sambandsflokkin, tí hann stendur Javnaðinum nærri.

Løgin útsøgn, tá ein hugsar um, at Sambandið ikki hevur tikið undir við einum einasta uppskoti frá hesi samgonguni.

Søguliga sæð hava Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin annars arbeitt væl saman.

Flokkarnir sótu í samgongu frá 1974 ??? 1980, 1991 ??? 1993 og frá 2004 ??? 2011, ella íalt eini 15 ár.

Eisini má sigast, at samgongurnar millum Fólkaflokkurin og Javnaðin (og eisini við Tjóðveldi og Sambandi) hava fingið nógv á skaftið.

Tað er heldur eingin ivi um, at ein mannsterk samgonga millum Javnaðar-, Fólka- og Sambandsflokkin hevði verið ein sterk samgonga og kundi skapt neyðugt støðufesti í samfelagnum.

Henda samgonga hevði eisini kunnað gjøgnumført varandi nýskipanir tvørtur um miðjuna, tjóðskaparliga og sosialt. Vit gjørdu tað 2004-2011.

Mest sannlíkt verða tað Fólkaflokkurin og Sambandið ??? helst saman við einum av teimum smáu flokkunum ??? sum eftir valið taka við leiðsluni.

Jú meiri Aksel hevur sum negativt høvuðsmál í sínum politiska lívi ikki at vilja samstarva við Fólkaflokkin, jú meiri sannlíkt endar hann í andstøðu.

Tað kann hann bara takka sær sjálvum fyri. Gev ikki Fólkaflokkinum skyldina fyri tað. Vit eru opin allar vegir til samgongu, eisini við Javnaðarflokkin - sjálvandi.

Christian Andreasen,
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder