JN

Tiltøkini á eldraøkinum halda fram til fríggjadagin 08. mai

...

2020-04-16 16:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eldrabústovnarnir í kommununum eru framvegis stongdir fyri vitjandi, fyri at verja okkara eldri borgarar ímóti koronasmittuni.

Leiðslurnar á eldaraøkinum mæla til, at eldrabústovnarnir í kommunum framhaldandi eru stongdir fyri vitjandi, fyribils fram til 08. mai, tá ið hesar avmarkingarnar verða endurskoðaðar.

Bert í heilt serligum førum kann verða neyðugt hjá avvarðandi at koma á heimini eftir nærri avtalu við leiðslurnar.

Eisini øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri borgarar, sum eldratænasturnar vanliga veita, verða framhaldandi óvirkin fram 08. mai.

Í øðrum londum hava vit sæð vanlukkuligar avleiðingar, tá ið koronasmittan er komin inn á røktarheim og sambýli. Føroyska samfelagið er helst millum einastu samfeløg í heiminum, har tað hevur eydnast at hildið koronasmittuni frá eldrarøktini; men hetta hevur bert eydnast, tí avvarðandi hava víst neyðugt fyrivarni, og tí at starvsfólk hava víst neyðugan professionellan hugburð.

Leiðslurnar á eldraøkinum fylgja gongdini neyvt og eru til reiðar at laga virksemi og mannagongdir til, um heilsufakligu tilmælini broytast.

Kommunufelagið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder