
Sørvágs kommuna lýsir hervið koyringina við skúla- & barnagarðsbørnum í Sørvágs kommunu leysa frá 18. august 2021 at rokna.
Talan er um flutning av børnum millum bygdinar í samband við skúla og barnagarð.
Kravt verður, at tann ella tey, sum átaka sær koyringina lúka krøv um, at akfarið, ið nýtt verður, skal verða góðkent og skrásett til vinnuligan fólkaflutning, herundir tryggjað til vinnuligan fólkaflutning, og at førarin hevur galdandi koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til viðkomandi akfar.
Møgulig tilboð, ið skulu verða skrivlig, skulu verða Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, Sørvágur ella [email protected] í hendi seinasta lagi 23.04.2021.
Nærri upplýsingar um flutningstíðir og útbjóðingartilfar kunnu fáast á kommunuskrivstovuni tlf. 363200
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomin tilboð ella einki at taka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald