Politikkur

Til Ruth Vang, formann í Løgtingsins fíggjarnevnd

...

2019-01-16 15:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Til Ruth Vang, formann í Løgtingsins fíggjarnevnd - 16-01-2018

Meirilutin heitir á formannin í fíggjarnevndini um at kalla inn til fíggjarnevndarfund beinanvegin við hesi dagsskrá:

1. Val av formanni

2. ??ll nevndarmál, sum eru farin um tíðarfreistina sambært hjálagda yvirliti

4/2018 Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin)
Freistin er longd til 16. nov 2018 og er sostatt farin fyri tveimum mánaðum síðani

16/2018 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (??tgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt)

Freistin er longd til 16. nov 2018 og er sostatt farin fyri tveimum mánaðum síðani

20/2018 Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðabygging

Framlagt 18-09-18, freistin var 18. oktober 2018 og er sostatt farin fyri nærum trimum mánaðum síðani

28/2018 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki)

Freistin er longd til 10. jan 2019 og er sostatt farin

32/2018 Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn

Framlagt 20. sep, freistin var 20. okt 2018 og er sostatt farin fyri nærum trimum mánaðum síðani

50/2018 Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum

Freistin er longd til 10. jan 2019 og er sostatt farin

52/2018 Uppskot til løgtingslóg um Bústaðabanka

Framlagt 20. okt, freistin var 20. nov 2018 og er sostatt farin fyri nærum tveimum mánaðum síðani

68/2018 Uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2017

Freistin er longd til 10. jan 2019 og er sostatt farin

84/2018 Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil til Dals við tilhoyrandi vegum

Framlagt 4. dec, freistin er 4. jan 2019 og er sostatt farin

Á Løgtingi 16-01-2019

Virðingarmest

Bárður Nielsen            Jacob Vestergaard

Bill Justinussen           Kristin Michelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder