08.08.1928 - 28.06.2016
Góða, elskaða omma
28.06.2016 sløknaði títt ljós, sum altíð lýsti so bjart. Tú vart ein dagstúr í Kalsoynni saman við teimum frá Tilhaldinum, og tit høvdu júst vitjað Kópakonuna, tá tú brádliga var tikin frá okkum.
Tú var glað og vælnøgd tann dagin, søgdu tey, sum vóru saman við tær, og tað er gott at vita. Tað troystar okkum enn at vita, at tú ikki var einsamøll tína síðstu løtu.
Hóast nógvar svárar missir og stóra sorg í lívinum, misti tú ongantíð lívsviljan og lívsgleðina. Tú gjørdist ongantíð beisk. Tú tosaði ongantíð ilt um fólk.
Um tað gekk long tíð ímillum, at vit sóust, so tók tú altíð ímóti mær við opnum ørmum. Ikki eitt orð um, at tað var langt síðani seinast, men heldur bara gleði um at fáa vitjan. Tá eg fór avstað aftur var tað við orðunum: "Kom skjótt aftur". Elskaða omma, tú átti altíð ein muss, eitt klemm og ein heitan drekkamunn. Og tað er nokk eisini tí, at øll tíni børn eru so kerlig menniskju.
Tú elskaði okkum øll, hvønn og ein, stór og smá, og tú læt okkum altíð vita tað. Tú fylgdi við í okkara lívum, og tú var so stolt av tíni stóru familju, sum tú og abbi í kærleiki løgdu lunnar undir.
Tú elskaði tónleik, sang og dans. Tær dámdi altíð so væl at taka myndir og at eiga myndir, hevði altíð myndatólið við tær, og tín stova var prýdd av myndum av okkum øllum, sum tú elskaði og sum elskaðu teg. Á tann hátt vóru vit altíð saman.
Tú segði ofta nógv stuttligt, sum enn fær meg at flenna, tá eg hugsi um tað. Tú vart sera sosial, og tú elskaði lív rundan um teg. Tá var tú mitt í verðini.
Hvørt ár á jólum gav tú fleiri enn 50 jólagávur, tær flestu evnaðar til úr tínum vøkru og dugnaligu hondum.
Eg eri so glað fyri, at tú og Jana komu framvið hjá okkum, so tú kundi siga okkum farvæl, áðrenn vit fóru til Danmarkar. Ikki vistu vit, at tað var síðstu ferð vit sóust. At tað var síðstu ferð, eg slapp at mussa tín mjúka kjálka og hoyra tína sermerktu rødd. Tá eg koyri framvið tínum húsum, hugsi eg altíð um teg. Tú sat oftast við vindeygað og hugdi út, meðan tú lurtaði eftir útvarpinum.
Eg eri glað fyri, at vit 14. juni 2016 fingu eina deiliga løtu saman uttanfyri hjá tær í sólini, har vit ótu ís og prátaðu. Tú elskaði sólina og sat altíð uttanfyri í tínum deiliga króki, tá veðrið var til tað. Har kundi tú eygleiða lívið og heilsa uppá tey menniskju, sum gingu framvið.
Tú vart sera sterk í trúnni, og tú bað altíð fyri og við okkum. Tú legði alt í Guds hendur.
Góða omma, nú eru tú og abbi saman - eg síggi tykkum taka ein dans saman, so sum babba hevur fortalt mær, at tit viðhvørt plagdu at gera í køkinum til døgurðatónleikin í útvarpinum. Tú hevði saknað abba, sum tit mistu alt ov tíðliga, hvønn dag í yvir 40 ár, og tað er leingi at sakna!
Mín elskaða omma - takk fyri allar hosurnar, tú bant okkum, allar drekkamunnarnar, og takk fyri allar mussarnar, tú altíð so gleðiliga gav. Takk fyri alt, sum tú var fyri meg og míni.
Hvíl í friði.
Altíð elskað og ongantíð gloymd.
Jónley á Løgmansbø
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald