Mentan

Árligi ruddingardagurin í Undurfagra mai

Leygardagin 16. mai verður ruddingardagur í Vága kommunu.

2026-05-15 22:08 Author image
Vága kommuna
placeholder

Á skránni verður:

Gakk og renn frá bátahylinum í Miðvági (kl. 09.30)
Frælsi skipar fyri

Morgunmatur úti á Kletti í Miðvági (kl. 10.00)
Aldan skipar fyri

Vit rudda í kommununi (kl. 11.00–14.00)

Plantupakkar í Vakstrarhúsinum í Sandavági (kl. 14.00–16.00)

Kommunan bjóðar morgunmat á Kletti úti á Bakka í Miðvági. Fólk eru vælkomin at taka kopp ella krúss við sjálvi.

Í morgunmatarposanum verður:
Rundstykki
Smør
Ostur
Súltutoy
Appelsinjuice
Kanelsnigil
Knívur og serviett

Posar til ruddingina verða útflýggjaðir til morgunmatin.

Øll eru vælkomin at rudda har tey sjálvi ynskja – bæði í nærumhvørvinum og aðrastaðni í kommununi. Vit heita á øll um at seta ruskposarnar á tey avmerktu økini á kortinum, so tað verður lætt hjá arbeiðsfólki hjá kommununi at heinta seinni. Kortið kann takast niður her.

Í Vakstrarhúsinum fáa øll húski í Vága kommunu møguleika at velja sær tvey valfrí trø ella runnar eftir egnum ynski. Umframt hetta ber eisini til at fáa tveir pottar av ymiskum kryddurtum. Yvirlit yvir trø og runnar kann takast niður her. Havið egnan posa við.

Fólk eru vælkomin at taka tómar plastpottar við, sum ikki verða brúktir, og lata teir til Vakstrarhúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder