- Vit skulu brúka allar politiskar pallar optimalt
Tað hevur týdning, at tú velur ein flokk og eitt fólk, sum tekur fólkatingsarbeiðið í álvara.
Stilli bara upp til Fólkatingið ??? ikki til Løgtingið
Sjálv havi eg valt bert at stilla upp til Fólkatingið. Verði eg vald, so arbeiði eg fyri Føroyar á Fólkatingi burturav.
Enn verða mál avgjørd í Danmark ??? tí skulu vit vera á varðhaldi
Føroyingar skulu hava ávirkan á tey mongu mál, sum framvegis verða avgjørd í Fólkatinginum. Tað eru: uttanríkismál - verjumál - rættarskipanin og løgregla. Stór og tung málsøki.
Uttanríkispolitiska heimildarlógin skal bøtast
Eitt fólkatingsumboð skal berjast fyri, at uttanríkispolitisku heimildir okkara verða í samsvari við ynski landsstýris og Løgtingsins. Tað er ikki gott nokk, at føroysk og grønlendsk viðurskifti verða fløkt saman.
Danir siga, at her slepst ikki longur fyri Grundlógini. Men søgan hevur prógvað nakað annað. At Føroyar og Danmark kunnu semjast um næstan hvat sum helst ??? um politiska handalagið er tað rætta. Yvirtøkan av undirgrundini er besta prógvið. Tað er eitt drúgt og tógvið stríð ??? ja. Men tað ber til.
Vælferðarmálini standa fremst
Dagligar vælferðarskipanir hjá føroyingum, bæði í Danmark og í Føroyum, skulu tryggjast. Tað kann snúgva seg um eftirløn, fyritíðarpensjón, stovnsuppihald, veitingar og tænastur, cpr-nummar, heilsutænastur, heilsugransking og viðgerðartrygd.
Eitt fólkatingsumboð skal verða á varðhaldi og lofta málum, sum kunnu hava óhepnar avleiðingar, tí at mál verða ymiskt viðgjørd í Føroyum og Danmark. Ikki minst skulu vit troyta allar hugsandi møguleikar til samstarv innan heilsugransking og viðgerðartrygd.
Smidligt útbúgvingarsamstarv
Samgongan hevur sett nógvar nýggjar útbúgvingará stovn. Endamálið er at skapa tíðarhóskandi karmar fyri ungdómin í Føroyum. Og tað hevur givið úrslit. Í dag nærkast fólkatalið 52.000 í Føroyum. Hvør skuldi trúð tí.
Eitt fólkatingsumboð skal arbeiða fyri, at allar føroyskar útbúgvingar verða viðurkendar ??? og at útbúgvingarsamstørv fáast í lag, sum gera tað møguligt at nema enn fleiri og fjølbroyttari útbúgvingar í Føroyum.
Fiskivinna krevur altjóða samstarv
Ikki minst er okkara høvuðsvinna, fiskivinnan, nógv ávirkað av altjóða samstarvi og millumtjóða avtalum. Her ræður um at vinna vinnuni øki allastaðni, har tað er møguligt. Í tøttum samstarvi við landsstýri og Løgting sjálvandi.
Heimsmálini fara um landamørk
Veðurlag, umhvørvi, náttúruvernd, dálking, røkt av fiskastovnum, orkupolitikkur, útlendingamál, skattaskjól, hvíttvasking og ikki minst gransking eru mál, sum vit einans kunnu loysa og menna tvørturum landamørk.
Tígevur tað ikki meining at minka um sambond og samstørv millum lond. Vit skulu brúka pallin í Fólkatinginum til at taka ábyrgd bæði úti og heima.
Vit skulu brúka allar politiskar pallar optimalt.
Eg bjóði meg fram at vera tín rødd út í heim í sambandi við hetta fólkatingsvalið.
Helena Dam á Neystabø, valevni til fólkatingið fyri Javnaðarflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald