Politikkur

Tíðindskriv frá LÍV - Javnseting av kynunum

...

2020-05-29 16:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv frá LÍV Samtakinum mai 2020 

Javnseting av kynunum 

LÍV hevur tikið avgerð um, at kvinnur og menn skulu javnsetast í øllum teimum veitingum ogtryggingum, sum felagið bjóðar

 LÍV bjóðar eina røð av tryggingum. Fyri flest allar tryggingar er í dag ongin munur á kynum. Í ávísumførum verður tó gjørdur munur á kvinnum og monnum. Fyri at javnseta kynini, hevur LÍV tikiðavgerð um at fara undir eina tilgongd, soleiðis at ongin munur verður á kynunum hvat viðvíkurkostnaði, ella teimum veitingum, sum felagið í dag veitir sínum kundum. Hetta hevur millum annaðvið sær, at lívrenturnar verða roknaðar eftir somu fortreytum fyri kvinnur og menn. Tilgongdin erfarin fram í tøttum samstarvi og semju við eigarar og samstarvspartnarar. 

Tað fer at krevja broytingar í skipanunum hjá felagnum og nú verður farið undir at fyrireikabroytingarnar. 

???Vit halda, at ein natúrligur partur av virkseminum hjá LÍV er at fylgja gongdini og ásetingunum áføroyska arbeiðsmarknaðinum, tí fara vit undir eina tilgongd sum hesa, ið fer at javnseta kynini???,sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV. 

Nýggja pensjónslóggávan, sum ásetir krøv um lívrentu, hevur ikki nógv ár á baki, tískil verða tærlívrentur, sum komandi tíðina verða útgoldnar, ikki ávirkaðar av hesi avgerð, tí verandi lóggáva hevureitt minstamark fyri nær lívrentur eru eitt krav. 

Ongin lógarbroyting er, sum tryggjar, at tað ikki verður gjørt mun á kynunum. Tó hevur LÍV tikið taavgerð, at kvinnur og menn frameftir verða stillaði líka í øllum teimum tryggingum, sum felagiðbjóðar. Í summum førum er hetta til fyrimuns fyri kvinnur og í øðrum førum til fyrimuns fyri menn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder