Í dag mánadagin 27. apríl gevur Posta út fleiri áhugaverd frímerki:
Europa 2020: Søguligar postrutur ??? tvey frímerki
Postruturnar í Føroyum hava altíð verið truplar. Leiðin gekk ofta yvir illgongd fjøll og svikalig sund.
Fyrra merkið vísir postrutuna millum Klaksvík og Viðareiði og tveir postmenn, sum komu illa fyri á hesi farleið. Teir høvdu verið á Viðareiði við posti og vóru nú ávegis til Klaksvíkar aftur. Tá teir vóru komnir niðaná omanfyri Norðtoftir og skuldu leggja oman til Árnafjarðar, kom illveður á teir við vindi og kavaroki. Teir fingu klórað seg niðan í eina urð nærhendis, har teir laðaðu eitt skýli av grótinum. Men náttin var køld og vindurin nógvur, so fyri ikki at frysta í hel, rivu teir skýlið niður og laðaðu tað upp aftur, ferð eftir ferð. Og soleiðis gekk náttin.
Seinna frímerkið vísir postrutuna Vestmanna ??? Vágar og avmyndar postbátin ?????lavur VN138???. Fasta rutan hjá ??lavi var hendan: Vestmanna, Fútaklettur, Kvívík, Fútaklettur og Vestmanna aftur. ?????lavur??? sigldi eisini til lítlu bygdina Slættanes í Vágum til seinastu fólkini fluttu av bygdini í 1964.
Virði: 17,00 og 20 kr.
Listafólk: Anker Eli Petersen
???Hernaðarposthús í Føroyum undir seinna heimsbardaga??? ??? tvey frímerki og eitt smáark
Bretska hervaldið hevði undir krígnum tvey hernaðarposthús í Føroyum. Eitt í Miðvági og eitt á Tinghúsvegnum í Havn.Hesi eru bæði avmyndað á frímerkjunum. Ein fotomynd er av húsinum í Miðvági og ein blýantstekning eftir Ingálv av Reyni er av húsinum á Tinghúsvegnum í Havn. Smáarkið vísir harafturat hermenn frá Lovat Scouts og NMF Corbett kapteyn, frá Royal Navy umframt tey trý stemplini, sum bretska hervaldið brúkti undir krígnum.
Ein sera forvitnislig útgáva, ið lýsir ein áhugaverdan part av føroysku postsøguni, sum ikki áður hevur verið umrøddur.
Virði: 20,00 og 35,00
Sniðgeving: Kári við Rættará
???Mánadúgvur??? eftir Díðrik á Skarvanesi(1802-65)
Dímunardrongurin, sum vaks upp á Skarvanesi verður mettur sum ein tann fyrsti føroyski myndlistamaðurin.
Marglittir standa fuglarnir har á rað hvør á síni lítlu høvd og umskarast eitt sindur. Sterkir gulir, bláir, grønir og reyðir puntar lýsa upp millum tær brúnu og svørtu fjaðrarnar. Hóast puntarnir gera eitt vakurt mynstur, síggja vit kortini, at talan er um dúgvur. Eru vit í iva, so stendur niðast á arkinum ???Maanens Duuer??? ??? eitt heiti, sum vísir til hugaheimin, ið dúgvurnar hoyra til.
Mánadúgvur, hvat er so tað?
Í dag er ein mánadúgva ein ringdúgva ella ein skógdúgva, men sambært Jens-Kjeld Jensen var tað slagið sera sjáldsamt í Føroyum, har ongin skógur var á Díðriks døgum. Tí er heldur talan um ta nógv oftari sæddu bládúgvuna. Í mun til ringdúgvuna verpur hon bert eitt egg um mánaðin alt várið, so tað er í tí prosaiska týdninginum, at ???Maanens Duuer??? skal skiljast.
Listafólk: Díðrikur á Skarvanesi
Virði: 20,00 kr.
Europa 2020: Søguligar postrutur
Postruturnar í Føroyum hava altíð verið truplar. Leiðin gekk ofta yvir illgongd fjøll og svikalig sund ??? og stundum var beinleiðis vandi á ferð.
Postrutan: Klaksvík ??? Viðareiði Ein av ringastu farleiðunum yvir land var ferðin úr Klaksvík til Viðareiðis og heim aftur - har postmaðurin skuldi tvørturum eitt tað mest torgingna fjallalendið í landinum.
Jákup Post dettur oman Tann 24. novembur 1887 fór fyrsti postmaðurin í norðoyggjum, Jacob Eliassen (1836 ??? 1887) úr Klaksvík til Viðareiðis við posti. Hóast veðrið var gott, var frost og kavi í fjøllunum. Jákup Post, ella Jakke í Vági, sum hann eisini kallaðist, kom ikki vegin fram. Menn fóru at leita og dagin eftir funnu teir hann deyðan í brøttu líðini norðanfyri Árnafjørð. Tað gjørdist greitt, at Jákup Post hevði høgt sær slóð í harða kavan niðan móti skarðinum ???Uppi við Gjógv???, men hevði mist fótafestið og varð gliðin uml. 350 metrar oman brekkuna ??? og á vegnum farin út av einum hamri, uml. 19 metrar høgur.
Á kortinum er rutan hjá Jákup Post merkt við gulum. Postmenninir á fjallinum Evnisvalið til 17kr-frímerkið er tó frá einum øðrum tilburði á somu farleið. Nøkur ártíggjund eftir vanlukkuna hjá Jákup Post, komu tveir postmenn illa fyri á somu farleið. Teir høvdu verið á Viðareiði við posti og vóru nú ávegis til Klaksvíkar aftur. Annar teirra, Jacob Vitalis, Jakke í Krotugrøvini, segði í 1971 frá tilburðinum.
Tá teir vóru komnir niðaná omanfyri Norðtoftir og skuldu leggja oman til Árnafjarðar, kom illveður á teir við vindi og kavaroki. Komnir til Breytarstígar, var teimum greitt, at teir ikki vóru førir fyri at taka seg oman til Gjónna ??? myrkt var og nógvur skalvur. Teir fingu klórað seg niðan í eina urð nærhendis, har teir laðaðu eitt skýli av grótinum. Men náttin var køld og vindurin nógvur, so fyri ikki at frysta í hel, rivu teir skýlið niður og laðaðu tað upp aftur, ferð eftir ferð. Og soleiðis gekk náttin ??? teir laðaðu grót og bardust viðhvørt fyri at fáa hita í kroppin. Í lýsingini, tá teir aftur sóu fram fyri seg, løgdu teir á at grava seg oman av fjallasíðuni - og lesa hvønn annan niður av brattastu støðunum við línu, teir høvdu við sær, til teir at enda komu oman til Árnafjarðar
Á kortinum vísir reyða strikan rutuna hjá teimum báðum. Her skal viðmerkjast, at teir ikki fylgdu vanligu leiðini úr Norðtoftum, men einari styttri, torførari leið, sum annars bara varð gingin á sumri. Svarta strikan vísir vanligu slóðina um fjallið.
Postleiðin: Vestmanna ??? Vágar Við fyrra aldarmótið varð posturin til Kvívíkar, Vestmanna og Vágar borin út av postmanninum ??lavur Olsen (1855 ??? 1947), sum gekk úr Vestmanna til Havnar eftir posti. Heima aftur í Vestmanna, róði hann um Vestmannasund við postinum til Vágar.
Vestmannasund er tiltikið fyri streym og serliga ringt at fara um, tá vindur og sjóvarfall gingu móti hvørjum øðrum.
Postbáturin gongur burtur í 1920 Fríggjadagin, tann 1. oktobur 1920, vóru líkindini júst soleiðis. Fitt av vindi og beint móti treyminum. Postbáturin, eitt seksmannafar við leysmotori, lendi við Sunnaru gjógv við Kvívík, har postmaðurin, sum tá var kendi fakfelagsmaðurin Hans David Niclassen (50), kom umborð. Manning á bátinum var Johannes Jacobsen (32) og Karl Alfred Olsen (19) úr Vestmanna. Umframt postmannin var eisini eitt ferðafólk, Sofie Nattestad (27) úr Miðvági við á ferðini.
Svágur Sofiu, sum hevði fylgt henni úr Kvívík til Sunnaru gjógv, stóð á landi og eygleiddi bátin, tá hann legði á sundið. Komin umleið hálva leið til Fútaklett, hvarv báturin brádliga - allarhelst kollsigldi hann í ringa veðrinum. Svágurin boðaði frá og bátar úr Kvívík og Vestmanna fóru út at leita ??? men tað einasta teir funnu vóru nøkur sprek av bátinum. ??ll umborð lótu lív í vanlukkuni.
??lavur Olsen var á útróðri hendan dagin, og sostatt ikki við á ferðini.
Postbáturin ?????lavur??? VN138 Eftir ólukkuna í 1920, varð bann sett fyri at flyta post um Vestmannasund í opnum báti. Synir fyrrnevnda ??lav Olsen, Samuel Jacob (Sam) og Johan Olsen, yvirtóku postflutningin um sundið eftir faðirin. Teir høvdu deksbátin ???Helgi???, sum nú varð nýttur á rutuni. ???Helgi??? var tó ein útróðrarbátur, so í 1930 lótu brøðurnir ein nýggjan deksbát byggja, burturav til post-, ferðafólka- og farmaflutning. Teir nevndu bátin ?????lavur??? eftir pápanum.
Í 1945 byrjaði Alfred, sonur Sam Olsen, at sigla við ?????lavi??? ??? og tá Sam doyði í 1947, helt hann fram at flyta post, ferðafólk og farm, saman við pápabeiggjanum, Johan. Seinni gjørdust eisini brøður Alfreds, Karmal,Torkil, ??lavur og Hans partur av manningini á postbátinum. Hetta var áðrenn vegasamband var millum Havnina og Vestmanna, so tá kavi var í fjøllunum, sigldi ?????lavur??? ofta til Havnar eftir posti og legði at í Leynum, Kvívík og við Fútaklett á heimvegnum. Fasta rutan var annars: Vestmanna, Fútaklettur, Kvívík, Fútaklettur og Vestmanna aftur. ?????lavur??? sigldi eisini til lítlu bygdina Slættanes í Vágum til seinastu fólkini fluttu av bygdini í 1964. ?????lavur??? varð eisini settur inn á aðrar postrutur kring landið, tá aðrir postbátar ikki kundu sigla.
Vanlukkan við Fútaklett 29. desembur 1958, var ??lavur sum vanligt farin við posti og ferðafólki til Vágar. Lendingin á Fútakletti var ikki serliga vælegnað til endamálið ??? har var sera grunt niðurfyri og ??lavur kundi bara leggja at í kyrrindum, ella tá stilt var, orsakað av vandanum at taka botn. Teir sleipaðu tí ein minni róðrarbát við sær, sum var nýttur til at ferja fólk og farm millum deksbátin og bryggjuna.
Tað var ókyrt hendan dagin, so Alfred og Karmal fóru í bátin við posti og farmi. Við sær útaftur, fingu teir ein ferðamann umborð á ??lav, men trý fólk stóðu eftir á bryggjuni. Tá brøðurnir róðu inn móti bryggjuni aftur, lupu tvey teirra umborð á bátin, men triðja aftraði seg. Viðkomandi gjørdi tó tekin, at hon vildi við hóast alt ??? og brøðurnir løgdu aftur inn móti bryggjuni. Júst tá kom eitt óløgi og lyfti bakstevnið á bátinum inn yvir kaikantin, so hann tók í bryggjuna og holvdist. ??ll umborð fóru á bláman, tó dugdu tey trý ferðafólkini at svimja og fingu tikið seg út til ??lav. Men hvørki Alfred ella Karmal dugdu at svimja og komu illa fyri. Umborð á ??lavi, vildi Torkil leypa á sjógv eftir brøðrunum, men ferðamaðurin, ið fyrstur var komin umborð, helt honum aftur og kravdi, at hann setti ein enda á seg fyrst. Hetta var gjørt, Torkil leyp út og fekk bjargað Alfredi umborð á ??lav. Men onki sást til Karmal, sum seinni varð funnin druknaður í einari gjógv nærhendis. Karmal Olsen gjørdist 29 ára gamal.
20kr-frímerkið vísir postbátin ??lav umframt kort við siglingarleiðini.
Vegir, ferjur og undirsjóvartunnil Fyrru helvt í sekstiárunum varð vegasambandið millum Tórshavn og Vestmanna liðugt.
Hetta setti broytt krøv til flutningin um Vestmannasund, so í 1965 varð ??lavur lagdur og ferjan ???Bragd???, sum eisini kundi flyta bilar, varð sett inn á rutuna í staðin. Seinni komu størri ferjur ??? og tá undirsjóvartunnilin millum Streymoy og Vágar lat upp fyri bilferðslu, var ferjutíðin endaligt av.
Men í Vestmanna liggur tann lítli stinni postbáturin ??lavur enn fyri teym. Vælrøktur og fult brúkiligur, hóast hann verður 90 ár í ár. Eitt virðiligt minni um farnar tíðir og ómildar postrutur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald