Seyðahundur: menning og kapping uttanlands
Í mong ár hava føroyingar kappast við seyðahundi uttanlands. Hetta hevur borið við sær, at føroyingar hava fingið eina altjóða ítróttargrein afturat, at seyðahundar verða betur vandir og duga betur á fjalli, at tað kann gerast livibreyð framíhjá hjá onkrum, og at áhugin sum heild er vaksin. Føroyingar hava erpnir kappast sum føroyingar undir føroyskum flaggi. Vit vóna, at landsstýrið ikki fer at forða hesi menning við nýggju kunngerð síni undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, kunngerð um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevni, ella nakrari aðrari løggávu.
Í manna minni hevur hundur verið nýttur av bóndum her á landi. Í gomlum døgum vóru tvey hundasløg, ella tvey arbeiði, teir blivu brúktir til. Eitt varð nevnt aktingarhundur. Hesin hundur tók sær av at reka seyð av innangarðsbønum. Hin hundurin, sum serstakliga er kendur í Sandoy, varð nevndur samlingarhundur. Hesin hundur varð brúktur at venja seyðafylgið at halda saman, so tað varð verandi saman eisini tá maður og hundur vóru farnir frá aftur. Eisini sæst á gomlum málningum av seyðarakstri, at hundur ofta er málaður á. Seinastu árini hevur hesin hundur ment seg nógv. Nú verða heitini aktingarhundur og samlingarhundur ikki brúkt meir, men heldur kappingarhundur ella fjallhundur. Fyrstu border collie-hundarnir komu til Føroya við endan á 1930-árunum, verður hildið. Border collie-hundarnir hava ein annan rakstrarhátt enn flestallir aðrir rakstrarhundar. Frá tríatiárunum til nítiárini visti eingin reiðiliga, hvussu ein skuldi venja slíkan hund. Men mangar søgur eru um úrmælingshundar, ið dugdu serstakliga væl á fjalli.
Mitt í nítiárunum fóru føroyingar uttanlands at fáa sær vitan um at venja border collie-hundar. Teir hugdu at kappingum og øðrum. Í 1995 bleiv Føroya seyðahundafelag stovnað. Longu í ár 2000 fóru føroyingar uttanlands at kappast. Síðan tá hava vit ment okkum nógv. Føroyingar kappast alsamt meira og meira og klára seg betur enn nakrantíð áður. Vit liggja í toppinum, serstakliga í Evropa.
Føroyskir bøndur hava stórt gagn av væl vandu seyðahundunum. Eisini gagnar teimum góða alingin, ið fer fram av kappingum. Á kappingum verður besti hundurin funnin, og hann er nógv eftirspurdur at ala við. Á henda hátt er tað altíð gott og nýtt blóð í hvølpum, ið verða lagdir undan føroyameistarum ella hundum, ið vinna ella klára seg væl á kapping uttanlands.
Í 2019 bað ÍSF Føroya seyðahundafelag um at blíva eitt samband. Tað hevur síðani broytt navn til Seyðahundasamband Føroya, og undir hesum felag eru seks feløg: Suðurstreymoyar seyðahundafelag, Eysturoyar seyðahundafelag, Norðoyar seyðahundafelag, Vága seyðahundafelag, Sandoyar seyðahundafelag og Sundalags seyðahundafelag. Hundrað og fjøruti limir eru í øllum seyðahundafeløgunum. Her eru teir óteljandi bøndurnir, ið eisini hava seyðahund, ikki taldir við.
Sum sagt hava føroyginar kappast á uttanlandsseyðahundakappingum síðan ár 2000, og síðan tá er dugnaskapurin á hundavenjing í Føroyum rokin uppeftir. Fyri at nevna nøkur av brøgdunum, kann nevnast Continental Sheepdog Championship í 2017 í Evropa, tá føroyska liðið samanlagt varð nummar tvey av øllum hinum 18 londunum. Ikki eru greinarnar mangar, sum føroyingar klára seg væl í, og har teir veruliga klára at kappast við útheimin. Í altjóða høpi kunnu dygdir føroyinga at reka seyð við hundi metast við talv og innandura rógving. Tískil er tað ógvuliga harmiligt, um støðið verður tikið undan hesi grein, so bara fáar greinar verða eftir, sum føroyingar klára seg væl í.
Omanfyri sæst kort av londunum, sum vóru við í EM í rakstri við seyðahundi í 2019. Teirra millum eru Føroyar. Føroyingar verða ikki gloymdir ella fjaldir í seyðahundahøpi.
Seinni í ár verða fýra luttakarar sendir til EM í Sveits, og í 2021 verður HM í Onglandi. Hesir luttakarar hava vant hart og vunnið sær rættin at fara á altjóða kappingar av at vinna undankappingar her í Føroyum. Tí er eisini óheppið, at tað í løtuni er óvist, hvørt Føroyar kunnu taka lut.
Fyri at taka lut í føroyameistaraskapinum má hundurin vera skrásettur í ættarbók hjá Altjóða seyðahundasambandi, á enskum International Sheep Dog Society (ISDS). ??ttarbókin rekir hundsins ætt. Fyri at kunna skráseta ein hund, skal hundurin lúka ymsar kanningar. Tá hundurin skal uttanlands at umboða landið, skal hundurin koppsetast fyri nógv ymist, hetta fyri at fáa hundin trygt á staðið, so hundurin ikki smittar aðrar hundar í kappingini ella tá hann kemur heimaftur. Djóralæknar varða av, at bara teir hundar, sum lúka krøvini og hava síni pappír í lagi, sleppa at taka lut. Um ein kemur við einum hundi, ið ikki er frískur, sleppur viðkomandi ikki at taka lut í kappingini. Tískil er tað ógvuliga umráðandi, at hundaeigarin røktar hundin væl. Góðir seyðahundar eru ógvuliga nógv verdir, og verður teimum tískil ansað sum eftir reyðargull. Tá kappast verður, verður tað undir føroyskum flaggi. Hetta kann næstan kallast ein tjóðarítróttargrein. Tað er ikki altíð, at føroyingar sleppa at flagga við føroyskum flaggi í altjóða kappingum. Heimild: https://www.continental2019.de/en/championshi p/the-countries
Undirritaði hevur sjálvur verið uttanlands í hálvt ár at búgva seg út at venja seyðahund hjá margfalda seyðahundameistaranum, bretska Kevin Evans í Wales, umframt at venja seyðahundar í óteljandi tímar. Fer ikki at bera til at ferðast við seyðahundi til kappingar, verður alt hetta til fánýtis.
Samanumtikið er vist, at allir bøndur fara at missa nógv, um eingin føroyingur kann kappast uttanlands. Tað er ikki nóg mikið at kappast innahýsis í Føroyum. Um alt verður avlæst, minkar áhugin fyri at venja ein seyðahund væl, og tá minkar vitanin um seyðahundavenjing eisini so við og við. Saman við venjingardugnaskapinum fer seyðahundaalingin eisini. Verður ongin kapping, fer hugurin í Føroyum at ala besta hundin í landinum, Evropa ella heiminum eisini. Ein væl aldur hundur hevur størstan møguleika at vinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald