
Tíðindaskriv.
279 talgildar undirskriftir eftir 5 døgum
Hervið handa vit Betri samtakinum eina sterka áheitan um at varðveita sjálvtøkuna á Skála.
Uppá 5 dagar hava 279 borgarar í nærumhvørvinum skrivað undir hesa áheitan. Harftrat eru sjálvsagtfleiri, sum ikki halda seg til at skriva undir í hesumtalgilda formi, men kortini heilhjarta stuðla áheitanini. Her er serliga talan um tey eldru, sum kanska allar mest hava brúk fyri sjálvtøkuni.
Tískil er sera breið undirtøka fyri, at vit vilja varðveita hesa seinastu bankatænastuna í bygdini. Borgarar eru vónbrotnir, keddir, ørkymlaðir og illir. Við hesi avgerð bankans, verður lívið í lokalsamfelagnum ikki betri, men verri!
Ein stórur partur av øllum felagslívi, sum Betri annars stuðlar væl, livir av teimum smáu inntøkunum, har fólk rinda við reiðum peningi. Her eru vit bundin at einastu sjálvtøkuni í bygdini. Tí er tað ov snævurskygt og ov kalt fokus á løtuvinnning og peningaligt yvirskot til íleggjarar, tá ein so stórur og týdningarmikil samfelagsberandi stovnur, sum Betri, skerjir tænastur hjá borgarum uttan fyri teir størru býirnar. Tað er beinleiðis drepandi fyri felagslív og mangt annað, at Betri letur sjálvtøkuna á Skála aftur.
Vinarliga lesið viðmerkingar frá fleiri, sum hava skrivað undir.
Og vinarliga takið avgerðina til nýggja viðgerð.
Vegna borgarar á Skála og grannabygdum
Svend Højgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald