Leiðslurnar í politisku flokkunum hava í dag verið á fundi við ÍSF, sum nú vónar, at landspolitikarar fara at játta ítróttinum hægri játtan komandi ár
Leiðslurnar í politisku flokkunum ??? forkvinnan í Framsókn og formenninir í hinum flokkunum ??? vóru í dag á fundi við ÍSF, har partarnir viðgjørdu trongu fíggjarstøðuna hjá føroyskum ítrótti. Tað var á aðalfundinum hjá ÍSF 30. mai í ár, at ÍSF-forsetin gjørdi greitt, at stuðulin til sambondini minkar 11 prosent, um játtanina til ítróttin ikki økist minst 1,5 milliónir krónur í 2021.
- Tað er okkara fatan, at floksleiðslurnar skilja trongstøðuna hjá ítróttinum. Tað er eisini okkara vón, at flokkarnir hugsa um, hvussu teir í einari breiðari semju kunnu spenna eitt fíggjarligt trygdarnet undir føroyskan ítrótt, tí sum samfelag hava vit ikki ráð at niðurlaga ítróttin, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.
Korona-kreppan hevur harumframt havt við sær, at færri hava spælt við í Danske Spil seinasta hálva árið, og tí minkar stuðulin til føroyskan ítrótt frá Sp/f Ítróttavedding, helst uppaftur meira.
- Støðan er so mikið álvarsom, at ítøkilig stig skulu takast skjótast gjørligt, um ítrótturin ikki skal verða fyri einum álvarsligum bakkasti, har tað verður trupult hjá føroyska ítróttaheiminum at fóta sær aftur. Men, sum sagt, so eru vit vónrík eftir fundin við politisku flokkarnar í dag, staðfestir Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald