2021-06-06 18:06

Komandi vikan
Vegna korona er allur 8. fl. og 11 lærarar í Skúlanum á Giljanesi í sóttarhaldi.
Teir fyrstu lærararnir koma aftur til arbeiðis í seinnu helvt av komandi viku.
Umframt hetta, hevur pedagogfelagið lýst arbeiðssteðg fyri starvsfólk, so hesi mangla eisini. Vegna ov fá starvsfólk mugu vit broyta undirvísingina í komandi viku.
Undirvísing komandi vikuna:
Mánadagin 7. juni eru 1. - 5. fl. í skúla.
Týsdagin 8. juni eru 1. - 5. fl. í skúla.
Mikudagin 9. juni er 1. - 6. fl. í skúla.
Hesar dagar eru somu starvsfólk um hvønn árgang.
7. flokkur kemur í skúla aftur hósdagin.
Tíðirnar eru eisini tillagaðar:
1. og 2. fl. ganga í skúla sambært tímatalvuni.
3. fl. gongur í skúla sambært tímatavuni, men hevur frí kl. 11:20 mánadagin.
4. fl. hevur frí kl. 11:20 mikudagin. Annars er alt sambært tímatalvuni.
5. fl. er liðugur kl. 13:30 mánadagin. Annars er alt sambært tímatalvuni.
6. fl. kemur aftur í skúla mikudagin 9. juni og hevur frí kl. 13:30 mikudagin.
7. fl. kemur aftur í skúla hósdagin 10. juni og gongur í skúla sambært tímatalvuni.
8. fl. kemur aftur í skúla mánadagin 14. juni
9. fl. er til munnligar próvtøkur sum vanligt. Tó er próvtøkan í donskum í morgin flutt til 16. juni.
10. fl. er til munnligar próvtøkur sum vanligt.
Heitt verður á næmingar, foreldur og onnur avvarðandi um at vera serliga varin komandi tíðina.
Hevur næmingur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hann biðin um at vera heima og lata seg kanna.
Foreldur og onnur avvarðandi verða biðin um ikki at koma inn í skúlan.
Næmingar í 8. flokki skulu minnast til at lata seg kanna á 4. og 6. degi eftir samband við smittaða næmingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald