2016-02-01 22:00
Skótalið KFUM´s í Tórshavn verður 75 ár 9.februar 2016. Dagurin verður hildin sunnudagin 7.februar við skótaguðstænastu í Dómkirkjuni kl 11.00. Uni Næs Dómpróstur prædikar.
Skótarnir markera dagin við at tkað eina skótasmáttu í brúk úti í Havnardali, tað verður ein av stovnarðinum sum fer at klippa snórin.
Seinnapartin kl 15.00. er almen móttøka í hølinum hjá KFUM í Tórshavn, har øll eru vælkomin til ein beita. Skótarnir fara at framføra ymiskt til gaman og eisini vera røður hildnar.
VER TIL REIÐAR !
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald