
So var tann,fyri okkum og Føroya land,søguligi dagur her. Tann 27 aug 2020.
Vit hava síðani í desembur2019arbeitt við at fáa eina app til lívbjargandi fyrstu hjálp til Føroyar. Hettar arbeiði hevur gingið væl,ognógv er komi burtur úr. Renn fyri lívi,liggur undir Vága Bjargingarfelag og tískil er tað grundfest undur einum gomlum,sterkum ogvirknum felagið.
Stigtakararnir til???Renn fyri lívi???eru Ragnar Jacobsen,ambulansa viðgerði,Sólfríð Fjallsbak,lækni, Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðariog Hans Jákup Wang Jacobsen,formaður fyri Vága Bjargingarfelag.
Nógv hevur veriðtosað, um at fáa skjótari hjálptil fólk í einu neyðstøðu,og gjørdi hettar at vit fóru undir hettar megnar arbeiði. Alt er ólønt og nógvir tímar eru lagdir í hettar,fyri at fáa hettar tilveruleika. Alt arbeiði er møðuligt vegna fíggjarligalatnum stuðuli.
Av stuðlum kunnu nevnast: Betri Stuðulsgrunnurin,LÍV,Føroya Bjór,EUR express, Vestpack,Gummibátatænastan,Motusport,Lions Klub Vágar,KJO og Elektron.
Uttan hesar viðleikararar til fyrstuhjálp,so lat hettar seg ikki gera. Eisini er Føroya Politi og Sjúkrahúsverk Føroyra og kommunurnar við.
Hesum vilja vit veita eina hjartans tøkk!
Tað kemur fyri, at langt er frá sjúkrabili til tann,sum hevur brúk fyri hjálp, og her kemur Renn fyri lívi uppí. Skipanin kemur at vera stýrd frá vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum.
Tað tekur bert 20-25 sek,hjá skipanini,at finna 3 persónar, sum fáa boð um at fara at hjálpatil, inntil fakfólk kemur á staðið. Hesi 3 fólk vera á staðnum,til sjúkrabilur fer av staðnum.
Skipanin og appin skal nú royndarkoyrast,fyri at finna møðuligar feilir og tá alt er klárt,verður skipanin og appin sett í verk fyri alt Føroya land.
Eisini koma vit at veita fyrstuhjálparskeið til fólk,sum eru knýtt at skipanini.
??ll nýggj kunning,um nær skipanin verður sett í verk og øll kunning annars,kemur at vera á facebook síðuni hjá Renn fyri lívi,sum er áhttps://www.facebook.com/rennfyrilivi
Her kemur at liggja nógv meir,komandi tíðina,um hvussu ein skal gera og hvat og hvussu.
Vegna stigtakarnar
Renn fyri lívi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald