Politikkur

Tíðindaskriv frá Miðflokkinum viðv. Nýggjar røddir á tingi.

...

2020-03-18 11:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Eitt hjartasuff viðvíkjandi sendingini "Nýggjar røddir á tingi"

Í hesum corona-hurlivasanum kann hetta tykjast at hava lítlan týdning. Men hóast hurlivasan verður sendingin "Nýggjar røddir á tingi" víst hóskvøldið (19.03.2020) sambært sjónvarpsskránni hjá KVF. Í sendingini eru fýra ungar røddir umboðaðar: Beinir, Ingilín, Hervør og Bjarni. Hesi fýra ungu eru starvsfelagar hjá Steffan Klein Poulsen á Løgtinginum, sum hann vanliga hevur gott samstarv við. Miðflokkurin unnir teimum sera væl at vera við í hesari sendingini, men undrast á hví Steffan ikki eri tikin við sum umboð fyri Miðflokkin. Tað tykist sum um at Miðflokkurin, og tær hugsjónir, ið flokkurin stendur við, verða lopin um.

KVF hevur ikki svarað spurningi frá Miðflokkinum

Miðflokkurin hevur sjálvandi spurt KVF, og tey sum varða av sendingini, um eina frágreiðing, men her er ikki eydnast at fáa nakra frágreiðing yvirhøvur. Spurningurin fór avstað tann 11.03.2020.

Hvør er orsøkin til, at Miðflokkurin ikki er umboðaður?

Hvørjar fortreytir KVF hevur sett viðvíkjandi umboðani í sendingini kunnu vit føroyingar bara gita um. Kynsumboðanin er jøvn. Tað eru tríggir andstøðulimir og ein samgongulimur. Trý umboða miðstaðarøkið, men bert ein útjaðaran. Tveir umboða høgra og tvær umboða vinstra.

 

Kanska atkvøðurnar vóru ein fortreyt. Bjarni fekk 280 atkvøður og Hervør 289. Steffan fekk 243 persónligar atkvøður, sum eru 37 atkvøður færri enn tær Bjarni fekk. Aldurin kann so ikki vera orsøkin. Beinir er føddur í 1997, Steffan í 1996, Hervør í 1995, Bjarni í 1994 og Ingilín í 1991. Altso passar Steffan sera væl inn í málbólkin, um hugsað verður um aldurin.

Beinleiðis vald inn á Løgtingið

Beinir, Ingilín, Hervør og Bjarni vóru møguliga tikin við, tí tey vóru beinleiðis vald inn á Løgtingið. Hetta er besta boðið. Her má tó vísast á, at um Steffan t.d. fór frá 243 til 350 persónligar atkvøður, vildi hann framvegis ikki verið beinleiðis innvaldur, hóast hann kom hesar 60-70 atkvøðurnar upp um Bjarna og Hervør. Í síðsta enda eru allir løgtingslimir líkastillaðir. ??ll tey, sum eru komin á Løgtingið at sita, hava júst somu møguleikar til at halda røður, stilla spurningar, leggja uppskot fram og líknandi, fyri at gera sín politikk kendan og galdandi í Føroyum.

Eitt hjartasuff frá Miðflokkinum

Miðflokkurin kemur við hesum hjartasuffinum, tí tað er sera ódámligt at Miðflokkurin verður lopin um, uttan eina góða frágreiðing frá KVF. Hetta er nakað, sum hyggjarin kann hava í mentu hóskvøldið.

 

At enda vil Miðflokkurin heita á allar føroyingar um at taka corona-tilmælini frá myndugleikunum í álvara. ??ll eiga at vera fyrivarin í hesum umstøðunum, men okkum nýtist ikki at óttast. ??ttin loysir ongan trupulleika.

 

Miðflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder