Samgongan lurtar ikki eftir politistunum
Løgtingið hevur í dag viðgjørt uppskotið um føroyska rættargangslóg. Uppskotið hevur til endamáls at fáa eina nýggja og dagførda rættargangslóg fyri Føroyar. Rættargangslógin fyri Føroyar er rættuliga afturúrsigld, tí lógin er ikki blivin dagførd regluliga seinastu nógvu árini. Talan er ikki einans um smávegis frábrigdi, men um sera umfatandi munir á lóggávuni, sum eru galdandi í Føroyum í mun til í Danmark. Fleiri enn 200 broytingar eru gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar.
Javnaðarflokkurin tók undir við uppskotinum, men tinglimirnir harmaðust um, at landsstýrið ikki hevur lurtað eftir Føroya Politistafelag í hoyringsskrivinum. Politistafelagið vísti á sína ónøgd við grein 138 í lógaruppskotinum, sum ásetir, at fútin skal hava løgfrøðisliga útbúgving.
Bjarni Hammer, Jóhannis Joensen, Djóni Nolsøe Joensen og Aksel V. Johannesen løgdu tí fram broytingaruppskot um at sleppa hesum kravinum. Aksel V. Johannesen fór undir at gera lógarsmíðið, tá hann sat sum løgmaður, og hann vísti á, at hann hevði gjørt sítt til, at viðmerkingar frá Politistafelagnum vórðu tiknar til eftirtektar, um hann framvegis hevði uppskotið um hendi.
Men samgongan valdi ikki at lurta eftir politistunum og tók ikki undir við broytingaruppskotinum, sum í dag varð felt við triðju viðgerð.
Javnaðarflokkurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald