Tíðindabræv um tuberklar.
Tuberklar eru fyri stuttum staðfestir í Streymoynni og í Suðuroy. Talan er fyribils um trý fólk, eitt
pinkubarn og mamman í Sreymoy og eitt smábarn í Suðuroy.
Medisinska deild á Landssjúkrahúsinum hevur um hendi kanning og viðgerð av fólki, tá ið talan er
um tuberklar. Somuleiðis tekur Medisinska deild sær av sporing av smittu og tiltøk í hesum
sambandi í samstarvi við smittuverjufrøðingin í Føroyum. Í løtuni eru trý fólk í viðgerð, meðan
illgruni er um sjúku hjá einum, ið framvegis verður kannað.Smittuverjufrøðingurin ger saman við
læknunum á Medisinsku deild meting av, hvørji kunnu verða smittaði og skulu kannast nærri í
hesum sambandi.
Tuberklabakterian kann setast í fleiri yrkisgøgn, men tað er bert lungnatuberklar, ið smitta.
Eitt fólk við ikki viðgjørdari lungnatuberklasjúku kann smitta, tá ið tað harkar og hostar slím upp.
Tað er fyrst og fremst fólk í húskinum, ið verða smittaði. Røsk fólk eru ógvuliga mótstøðufør móti
smittu, men er ein heilsuliga veikur, er lættari at blíva smittaður. Eru 100 fólk í smittuvanda, verða
umleið 30 smittaði. Men millum hesi 30 vilja bert ein til tveir persónar fáa tuberkulosu innan 1 til 2
ár, og afturat hesum vilja 1 til 2 persónar seinni fáa tuberkulosu. Tvs. at millum 100 persónar, ið
verða fyri smittu við tuberkulosu fáa bert 4 sjúkuna. Restin fær ongantíð tuberkulosu.
Tuberklasjúkan er rættiliga sjáldsom í Føroyum. Talið av nýfráboðaðum tilburðum seinnu árini
hava verið hesi:
Ár Fráboðanir
2012 2
2011 2
2010 2
2009 0
2008 1
2007 1
2006 1
2005 0
2004 0
2003 1
2002 0
2001 1
2000 6
1999 2
1998 3
Ongin deyðatilburður av tuberklum hevur verið í Føroyum seinastu 20 árini.
Børn og tuberklar
Smábørn verða heldur lættari smittaði enn vaksin, men børn við lungnatuberklum smitta sjáldan
(tey hava sera sjáldan bakteriur í slíminum).
Sjúkueyðkenni
Vanligastu sjúkueyðkennini hjá størri børnum og vaksnum við lungnatuberklum er hosti, lætnan,
sveitti um náttina og møði. Hjá smábørnum er oftast talan um vánaligan trivna, fepur, møði og
hosta.
Mælt verður til at fara til lækna, um so er at man hevur hostað og haft uppspýtt í meira enn einar 3
vikur.
Sjúkuavgerð
Er illgruni um tuberklar verður gjørd røntgenkanning av lungum. Harumframt verður blóðroynd
tikin. Vátta hesar kanningar illgrunan, so verður uppspýttið kannað fyri tuberklabakteriur við
mikroskopi og dyrking (varar uml. 4 til 6 vikur).
Viðgerð av tuberkulosu
Viðgjørt verður vanliga við 4 sløgum av bakteriutýnarum (antibiotika), og eftir hetta við 2 sløgum í
3 mánaðir afturat. Umleið 14 dagar eftir viðgerð er eingin smitta longur.
Verður viðgerðin fylgd til fullnar verður hin sjúki lektur.Viðgerðin verður byrjað á Medisinsku
deild á Landssjúkrahúsinum, ið hevur tær uppgávur, ið niðurlagda Tuberklastøðin fyrr hevði, og
eftirlitið fer fram har.
Sporing í umhvørvinum
Verður tuberklasjúka staðfest hjá einum fólki, so fer viðgerðin fram á Medisinsku deild á
Landssjúkrahúsinum, og Landslæknin fær boð um hetta. Medisinska deildin setir seg í samband
við øll, ið kunnu verða í vanda fyri at verða smittaði (miljøuppsporing) og tekur sær av teimum
kanningum, ið eru neyðugar. Hevur ein verið fyri smittu, fær ein tilboð um røntgenkanning av
lungum og blóðroynd.
Samstundis verður vegleiðing givin um møguligar reinførisatgerðir. Um so er at ein fær kunnleika
um tuberklar hjá nøkrum í sínum umhvørvi, men uttan at Medisinska deildin setur seg í samband
við ein, so er eingin smittuvandi.
Tórshavn, hin 4. oktober 2013
Høgni Debes Joensen, landslækni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald