Vágatunnilin er afturgoldin
Tað eru nú skjótt liðin 18 ár síðan Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, tann 10. desember 2002.
Í dag eru tunlarnir, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, skipaðir undir einari felags umsiting. Løgfrøðiliga eru tunlarnir tó framvegis skipaðir í tvey sjálvstøðug almenn partafeløg við hvør sínari nevnd, egnum roknskapi o.s.fr.
Vágafólk, Føroya fólk og vinnan hava fyri langari tíð síðan afturgoldið tunnilin, soleiðis sum politiska avtalan var, men hóast hetta skulu Vágafólk og føroyingar framhaldandi rinda tunnilsgjald. Hetta er hvørki rætt ella rímuligt, og er eisini ein forðing fyri, at tunnilin kann útnyttast fult út fyri føroyingar og vinnuna, soleiðis sum endamálið eisini er við tunlinum.
Upphópan av kapitali í felagnum - til hvat?
Vágatunnilin er seinastu árini meira og minni gjørd til eina almenna vinnufyritøku og pengamaskinu fyri landskassan. Tað ræður enn um at skapa avlop í hesum felag, sum onga skuld hevur havt í fleiri ár, og sum eigur at rekast sum eittnon-profitfelag.
Sambært ársroknskapinum 2019 hevur tunnilsfelagið ein tøkan pening upp á heili 42,9 mió. kr. við árslok, og hevur sostatt nærmast eina ekstrema upphópan av kapitali - eittnon-profitfelag, sum er sett í verðina til at røkja eina ávísa uppgávu, sum langt síðan er loyst -The Mission has been completed!
Vágatunnilin partur av vanliga samferðslukervinum
Vágatunnilin eigur, nú hann er útgoldin, at leggast í eina samhaldsfasta samferðsluskipan og harvið tryggja líka atgongd og møguleikar fyri menning, trivnaði, vinnuligum virksemi og arbeiðsplássum og harvið fólkavøkstri.
Vit eru øll samd um, at fyri at fáa framt nakrar stórar útbyggingar av samferðslukervinum bleiv ein nýggjur fíggingarleistur lagdur fyri Vága- og Norðoyatunnilin. Hesin leisturin eigur nú at verða avtikin og annar fíggingarleistur settur í staðin.
Samgonguavtalan
Eftir samgonguskjalinum undir Samferðslumál stendur fylgjandi: ???Arbeitt verður við at finna ein leist fyri fígging av samlaða samferðslukervinum, soleiðis at fastbúgvandi fáa fyrimun. Hetta er ein skilagóð politisk ætlan í samgonguskjalinum um ein leist fyri fígging av samlaða samferðslukervinum.
Í hesin sambandi er tað upplagt, at partafelagið Vágatunnilin verður avtikið og skuldarfríi raksturin lagdur til Landsverk at umsita eins og aðrir tunlar og landsvegir, og raksturin fíggjaður umvegis fíggjarlógina. Stórar útreiðslur til umsiting verða við hesum spardar burtur og viðlíkahald skipað eins og viðlíkahald í øðrum tunlum, vegir, brýr og havnir hjá landinum.
Lógaruppskot um avtøku av tunnilsfelagnum
Tá undirsjóvartunlarnir vórðu gjørdir, var greiða fatanin, at tá lánini vórðu afturgoldin, skuldu undirsjóvartunlarnir avhendast og leggjast afturat almenna vegakervinum.
Greiðast er hetta í løgtingsmáli nr. 14/2002, ið er samtykt beint áðrenn Vágatunnilin varð tikin í nýtslu. Har stendur púra greitt, at tá lánið varð niðurgoldið skuldi tunnilin sum skjótast í almenna vegakervið eins og partafelagið skuldi avtakast. Tað sama er galdandi, tá Norðoyatunnilin varð útgoldin.
Hóast skuldin hjá partafelagnum Vágatunnilin langt síðan er afturgoldin, er tunnilin enn ikki í almenna vegakervinum.
7. mars 2017 legði Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, fram lógaruppskot: ???Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund??? og í § 1, stk. 4, stendur soleiðis: ???Stk. 4. Alt anleggið verður uttan viðurlag avhendað landinum til ognar 1. mai 2017.??? Eisini skuldi ásetingin um heimildina hjá landsstýrismanninum at krevja nýtslugjøld, strikast.
Í galdandi lóg er ásett, at tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar. Fyri at eingin ivi skal verða um, nær avhendingin skal fara fram, varð í hesum lógaruppskotinum ásett, at alt anleggið skuldi, uttan viðurlag, avhendast landinum til ognar 1. mai 2017.
Saman við hesum lógaruppskoti vórðu eisini framløgd uppskot um hækking av vektgjaldi og eisini bensin- og dieselavgjaldið, sí løgtingsmál 126/2016 og 127/2016.
Hesin lógarpakkin fekk tíverri ikki neyðuga undirtøku frá táverandi samgongu.
Politisk semja neyðug
Sambandsflokkurin er nú í samgongu og hevur allar møguleikar at leggja omanfyri nevndu lógaruppskot fram aftur og eisini at fáa politiska undirtøku fyri ætlanini um avhendan av felagnum til landið og strikan av tunnilsgjaldinum.
Tað er sera týdningmikið, at verður raksturin av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum lagdur til Landsverk at umsita, so má viðlíkahaldið ikki á nakran hátt verða fyri afturstigi - trygdin skal altíð vera í hásæti.
Fyrisitingin av tunnilsfeløgunum skal ætlandi flyta inn á Skálafjørðin - enn eitt tekin um drál og vantandi strategiska avgerð um avtøku av partafeløgunum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Henda ætlanin um flyting av umsitingini eigur tí at verða steðgað til ein heildarloysn fyriliggur.
Vónandi fer tað nú at eydnast at avtaka almennu partafeløgini Vágatunnilin og Norðoyatunnilin og leggja raksturin í eina samhaldsfasta samferðsluskipan, sum í nógv størri mun fer at tæna øllum føroyingum og vinnuni.
Rósa Samuelsen
løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald