Politikkur

Tíðarhóskandi djóravælferð

...

2015-08-21 13:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Djórini eiga at raðfestast

Hvar er Føroyar hvat viðvíkur djóravernd anno 2015? Tann dag í dag góðtaka vit, at djór vera hildin í serstakliga vánaligum umstøðum, tað hevur ongar avleiðingar um vit fara illa við teimum, og sanniliga um vit ikki enn góðtaka kynsligan ágang ímóti djórum. Vit kenna øll til hundin ið stendur bundin í stuttum bandi uttanfyri í øllum veðri, og vit kenna eisini øll til seyðin ið ikki hevur tað gott. Er hetta virðiligt fyri eitt framkomið land sum Føroyar. Tað kemur ein tíð, har ein noyðist at taka eina støðu, ið møguliga ikki er politiskt ráðilig ella hevur undirtøku, men har ein heldur má lurta eftir síni egnu samvitsku og sannføring. Vit eiga at endurskoða og dagføra okkara djóraverndarlóggávu. Misrøkt og harðskapur ímóti djórum eigur ikki at vera góðtikið og eigur at hava avleiðingar við sær.

Djór hava eisini rættindi

Hví skulu vit yvirhøvur hugsa um djóravælferð? Hví skulu vit yvirhøvur taka atlit til menniskju og hvønn annan? Djór hava somu rættindini til eina virðiliga viðferð, av somu orsøk har vit taka atlit til menniskju. Líka sum vit menniskju, gerast djórini svong og hava tørv á vatni og mati. Tey gerast troytt og hava tørv á hvíld. Hetta er nokk teir mest grundleggjandi tørvar ið djór hava. Men djór hava somuleiðis eisini serstakar verumátar. Tey kunnu føla gleði, sorg og øði. Húsdjór gerast glað tá familjan kemur heim, og kenna sakn tá ið hon er burtur. Djór hava eins og vit menniskju ikki gott av at liva avbyrgd frá umheiminum, tey hava eins og vit tørv á at uppliva hetta og hatta. Samanumtikið deila menniskju og djór teir mest grundleggjandi tørvirnir. Djór hava rætt til at kenna tryggleika og fáa umsorgan. Djórasløgini eru ymisk og tørvirnir eru tí ikki eins. Men grundleggjandi hava tey rætt til eina virðiliga viðferð í sínari tilveru.

Vit eiga góð áhugarfeløg

Vit føroyingar eru so ríkir, at vit eiga fleiri áhugafeløg, ið gera seg galdandi innan hetta øki. Nevnast kunnu millum annað Føroya Civila Hundaførarafelag, Hundaeigarafelag Føroya, Seyðahundafelagið, Føroya Ríðingarfelag og Íslandsrossafelagið fyri at nevna nøkur.
Men vit kunnu ikki koma uttan um Dj
óraverndarfelagið. Fólkini handan felagi, gera eitt megnar arbeiði fyri, at bøta um umstøðurnar hjá djórum í Føroyum. Hetta er alt ólønt arbeiði, ið verður røkt av fólki við áhuga fyri djóravælferð. Vit skylda teimum, at skapa neyðugu umstøður og karmar. Eitt djórahús hevði givið umstøður til, at røkka longur, og harvið gera enn størri mun í samfelagnum.

Ein nýggj djóraverndarlóg er alneyðug

Djór kunnu veruliga ríka um tilveruna hjá fólki. Ynskir tú at eiga djór, fylgja somuleiðis krøv við hesari ábyrgd. Tað er á ongan hátt ein mannarættur, at hava djór.

Djór hava krav á einari virðiligari viðferð gjøgnum alt teirra lív. Tey hava rætt til, at vitja djóralæknan tá ið tey gerast sjúk. Tey hava rætt til mat og vatn. Tey hava rætt til viðkomandi og hóskandi hús ella skjól.

Ymisk djórasløg, sum til dømis hundar, eiga at vera skrásett, merkt við eitt nú chip. Hetta hevði lætt nógv um, at finna eigara av mistøkum hundum, og tryggja at allir hundar hava lógarkravdu ábyrgdartryggingina.

Tað ið veruliga krevst, er ein nýggj djóravendarlóg!

Rúni Sundberg Patursson,

hundaeigari, djóravinur og valevni fyri Framsókn

Frælsið, at røkka longur

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder