Politikkur

Leiðslan á Glasi hevur mist sambandið við veruleikan hjá teimum ungu

Politikarar hava í fleiri ár tosað um at betra umstøðurnar hjá teimum lesandi. Tað hevur verið lýst sum ein raðfesting, ein íløga í framtíðina, ein skylda mótvegis teimum ungu. Men meðan orðini ljóða væl frá polittikarum, gongur leiðslan á Glasi í beint øvugta ætt. Tað, sum skuldi verið ein betring, verður til skerjingar. Tað, sum skuldi verið lyft, verður til afturstig.

Mynd: KVF

Mynd: KVF

2026-04-20 22:44 Author image
Reidar Simonsen
placeholder

Næmingarnir sleppa ikki longur at vera í tí sum er teirra heim í vikuskiftinum. Hetta er ikki bara ein praktisk avmarking; tað er ein greiður boðskapur: “Hetta er ikki tykkara heim.” Tað er trupult at ímynda sær nakað, sum greiðari avdúkar, hvussu langt burtur leiðslan er frá veruleikanum hjá teimum ungu.

Og meðan landið hækkaði stuðulin til lesandi við 1.000 krónum fyri at lætta um fíggjarliga trýstið, valdi Glasir samstundis at hækka leiguna við júst somu upphædd. Upphæddin sum skuldi hjálpa teimum lesandi, varð tikin aftur á staðnum. Tað er trupult at síggja hetta sum annað enn eitt beinleiðis mótspæl móti tí politiska vilja, sum annars verður lýstur sum ein breið semja.

Umsitingarleiðarin á Glasi hevur eisini víst ein hugburð, sum tykist fjarskotin frá tí, sum ein stovnur fyri ung eigur at standa fyri. Tá næmingar hava gjørt vart við óneyðugar avmarkingar, hevur svarið verið, at um tey ikki eru nøgd, kunnu tey bara flyta til Klaksvíkar. Tað er trupult at finna eitt dømi, sum greiðari avdúkar, hvussu lítið virði trivnaður teirra hevur í hesi umsiting.

Grundleggjandi hentleikar eru somuleiðis skerdir: fitnesrúmið er stongt, tí starvsfólk ikki tolir larm frá rennibandinum. Køkurin, sum er í bygninginum er stongdur fyri teimum, sum búgva har. Hetta er ikki trivnaður — hetta er ein gerandisdagur, sum verður gjørdur óneyðuga trongur og óvirðiligur.

Og hóast næmingarnir í fleiri mánaðir hava gjørt vart við, at vakmyndatól eru sett upp uttan neyðugar loyvir, hendi einki. Leiðslan reageraði fyrst, tá Dagur & Vika tók málið upp alment. Tað sigur alt: ikki fyrr enn ljósið verður vend á stovnin uttanífrá, verður nakað gjørt. Tað er ikki ábyrgd

Úrslitið er, at Glasir — stovnurin, sum eigur at vera eitt fyrimyndarligt læringsumhvørvi — er í ferð við at missa sambandið við veruleikan hjá teimum lesandi. Í praksis arbeiðir stovnurin ímóti tí politiska vilja, sum annars verður róptur úr øllum hornum: at betra umstøðurnar hjá teimum ungu. Tað, sum skuldi verið ein lyft, verður til mótburð.

Hettar er byrja í ár, eftir at leislan í glasir, byrjaði at seta síni neiligu fingramerkið á skúlaheimi.

Onkur er longu fluttur út, onnur umhugsa at gera tað sama.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder