Politikkur

Tí stilli eg upp fyri Framtíðarlistan

...

2020-11-09 13:05 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

Eg stilli upp, tí eg vil arbeiða fyri at betra um ferðsluviðurskiftini inni í Hús og Húsanesvegur skal hava fortov og skeltir. Tvørgarsgøta skal gerast liðug við gøtuljósum. Somuleiðis skulu gøtuljós fram við vegnum til ríðihøllina og eitt framtíðar bústaðarøki eigur at leggjast har uppi. Parkerings viðurskifti í kommununi skulu betrast og fleiri gerast.

Framtíðarlistin vil næstu 4 árini, orða ein virðispolitikk fyri Vága kommunu. Við skúlanum er tað ein sannroynd, at peningur er ikki til tær stóru íløgurnar. Men skúlin má og eigur at gerast í hesum skeiðinum.

Vit vilja virka fyri, at vinnulívið í Vága kommunu mennist. Vit á Framtíðarlistanum seta okkum greið mál soleiðis, at vinnan í okkara kommunu fær tær bestu umstøður at mennast í.

Samstarv mennir vinnulívið. Tí skal kommunan í eitt samstarv við lokala vinnulívið, soleiðis at vinnulívið her í okkara kommunu fær tær bestu fortreytirnar.

Vit vilja gera eina heildarætlan fyri grótbrotið í Sandavági, so tað verður til gagn fyri borgaran.

Vit vilja vera ein skapandi kommuna. Ti vilja vit stuðla íverksetarum og veita góðar karmar og ráðgeving til íverksetarar. Kreative húsið skal stovnsetast og virka sum gróðrarbotnur fyri íverksetan. Eitt hús við lágari gátt, og hugskotum sum flúgva høgt.

Vinnan skal altið hava bestu umstøður. Havnaøkið skal dagførast. Miðvágs/Sandavágs Havn er óbrúkilig sum støðan er í dag. Vit vilja virka fyri at vágin verður dýpt soleiðis, at vit kunnu bjóða havnalagið út til størri skip. Meira pláss skal gerast til vinnulívið á havnaøkinum.

Var havnin longu dýpd, hevði helst verið meira virksemi á havnalagnum

Eitt virkið havnalag, merkir økt vinnuligt virksemi í Vága Kommunu, ið er ein fortreyt fyri fíggjarligu støðuna í kommununi, og fyri einstaka borgaran.

Vinnuøkið skulu gerast byggiklár, so at vit hava nakað at vísa á og ikki eitt runudíkið.

Ferðavinnan skal takast í álvara og eigur at verða raðfest hægri. Ferðavinnan er tann vinnan, ið seinastu mongu árini hevur vaksið skjótast í heiminum, so her er eisini nakað sum vit eiga at arbeiði við, og stuðla og menna.

Jónhard Selfoss, valevni til býráðið í Vága kommunu.

X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder