
Eg skilji á laginum at fleiri fólk í Vága kommunu ikki vistu av at hesin festivalurin var á veg, og at nøkur nú eru nervøs um hvat hettar er og hvussu tað kemur at ávirka tykkum og náttúruna.
Tað skilja vit væl, og tí skrivi eg nú her til tykkum, fólkini ið búgva í Vága kommunu, fyri at forklára akkurát hvussu vit ætla at skipa alt.
Vit hava roynt at rekamera við festivalinum á netinum, men obinbart er tað ikki komið nógv væl runt, og ikki fyrrenn nú var tað ein sum segði við okkum at vit kundu koyra festivalin á ???What's on Vágar???. Hesari heimasíðuni vistu vit ikki av áðrenn. Men nokk um tað..
Í stuttum er The Fairy Island Festival ein multikulturellur, listaligur, alternativur tónleika festivalur.
Okkara visón er at varpa ljós á evnir og tónleik ið ikki eru so nógv frammi enn í Føroyum, ella eru akkurát eru byrjaði at vera á veg. Evnir sum heilsa, persónlig menning og lívskvalitetur.
Heilt praktist merkir tað at vit leggja upp til at fólk koma saman, knýta bond, dansa, læra og úttrykkja seg.
Tónleikurin:
Vit seta upp tveir pallar, ein til skjótari dansitónleik, og ein har tónleikurin skiftur ímillum alt møguligt, alt frá chill out, tribal downtempo, disko til techno.
Bæði tónleikarir úr ymiskum evropeiskum londum og føroyskir tónleikarir koma at frammføra.
Báðir pallar vera flott dekoraraðir, nakað man aldrinn hevur sæð fyrr í Føroum, men sum verður gjørt til nógvar festivalar runt um alla verðina. Dekoratión í form av mynstum og summarfuglun ið er mála á eitt slag av stoff i kallast Lycra, verður hongd upp uppivyur danisgólvinum, frammanfyri pallin og aftanfyri DJ'in.
Á høvðuspallinum verður eitt andlit av einari fe ið er gjørt av træ hongt upp við pallin. Á hetta andlitið verður projektera ljós, so tað sær út sum andlitið flytur seg, ,skiftur lit og mynstur ið koma og fara.
Uppiyvur høvðuspallinum pallinum verður sett upp eitt stórt, kraftigt og vindfast telttak, ið verjir festivalgestirnir frá regni.
Báðir pallar koma ikki at hava so stór or sterk ljóðsystem sum vit upprunaliga hevði ætla, og koma hátalarirnir at vena út ímótir havinum fyri at royna at skána fólki og djórum so nógv sum møguligt.
Onnur tiltøk:Sum sagt leggja vit stóran dent á at heilsu, list og vitan.
Tí koma vit at hava ymiskar workshops og fyrilestrar um dagarnir. Vit bjóða festivalgestum at gera eitt nú yoga ella andadráttsvenjingar um morgnarnir, hoyra fyrilestur um reiki healing ella nordiska mytologi um seinnapatin og so at kunna royna seg við bodypaint eitt sindur seinni á deginum.
Í tí eina kanónstillinginum koma vit at hava listaframmsýning har bæði Føroysk og útlendsk listsfólk vísa framm teirra list.
Í einum øðrum bunkara koma føroysk fólk at sita og bjóða framm teirra alternativu viðgerð. Tær koma gestirnir at kunna tilkeypa sær frá tí einkulta persóninum. Hetta verður til dømis, massaga, healings massaga, NADA (oyrakkupunktur) og einglahealing.
Í tí triðja bunkaranum seta vit upp smáar handlar har fólk kunna selja teirra heimagjørdu vøru. Til dømis kemur omma mín at sita har og selja bundin pannubond og púdir og onkur træting til dømis skeribrettir sum abbi mín hevur gjørt. Eisini kemur onkur ið ger heimagjørdar smykkir úr krstallum pg macrame og onkur kemur at selja klæðir.
Her eru enn nøkur pláss eftur, so um onkur av týkkum í kommununi hevur okkurt sum tit hava gjørt sum tit ynskja at selja, eru tit vælkomin til at gera tað.
Skriva mær eini boð á facebook, eg eiti Bjørk Sjóðklett.
Eld show og hula hopp show koma at eisini at vera, og feðir koma at dansa runt og bjóða fólkum at mála tey við glimmur.
Leygardag og Sunnudag verður eisini møguleiki fyri at skriva seg upp til at fara ein gongutúr út til trælanípu og bøsdalafoss saman við ferðaleiðara og vagtum. Hetta er gjørt í samarbeiði við eigarirnir av trælanípu, har vit koma við vagtum ið taka støðu uttast fyri at syrgja fyri at eingir gestir fara ov langt út á kantin.
Vatnið / Reinligheit:
Upprunaliga vistu vit ikki av at Leitisvatn var drekkivatn hjá bygdini og spurdu vit tí um man kundi svimja í vatninum, men eftur prát við heilsufrøðiliga stavrsstovuna bleiv avgerð tikin um at tað kann man ikki av tí at hetta er drekkivatn hjá bygdini.
Tí hava vit bæði skeltir har tað stendur at svimjing er forboðin og tveir vagtir ið allatínðina koma at standa nirri við vatnið fyri at syrgja fyri at hetta verður yvurhildið.
Festivalurin er so lítil, longdin nirri við vatnið er bert 200 metrar so hetta er lætt at kontrollera.
Á sjávum festivaløkinum hava vit 8 festival vesir (sovorin lítir bláðir skúrir) sum IRF kemur og tømir einaferð um dagin.
Uppi við síðinar av FK seta við ein orduligan vesivogn upp við 10 vesum I verður settur til kloakk.
Alt spillvatn frá festivalinum, frá eitt nú matvognum og drekkivatn verður leitt í ein stórar tangar ið koma at standa inni í einum av bunkarunum ið vit brúka til lagur.
So hvørki fólk ella vatn ella annað kemur oman í leitisvatn, tað er har bert fyri at príða.
Og sjálvandi verður alt skrell tikið upp og alt økið rudda fullkomuliga, so tað er enn rudduligari aftaná enn tað var áðrenn.
Vit koma jú at reinsa og rudda økið rundanum kanónstilligarnir áðrenn festivalin, flyta vekk gamlir skúrir og drena vatn frá.
Og annars er festivalurin bert í tvey døgn, tað er øðuliga avmarka hvussu nógv vit koma at ávirka lendi.
Loyvir:Hetta er næsta árið vit hava roynt at fingi festivalin upp at standa. Síðsta ár beliv hann avlýstur vegna corona, men í ár fylgja vit corona leiðbeiningunum, og minka festivalin niður til 500 fólk og koyra allir útlendingar í karantenu í 4 dagar áðrenn festivalurin byrjar.
Hetta er nógv dýrari fyri okkum síðani vit mugu betala fyri at húsa og testa allir okkara artistar men vit gera tað allíkaval tí vit vilja bara fáa tað at rigga undir lógligum og góðum umstøðum.
Vit hava finigð loyvi frá Bóndunum, Tjóðsavninum, Sýslumanninum og vit hava eisini tosa við yvurfriðingarnevndina ið siga at loyvi ikki krevst frá teimum men loyvi frá sýslumanninum er nokk. Eisini eru landsverk og heilsufrøðiliga starvsstovan blivin hoyrd í hesun málinum. Loyvi frá vága kommunu var givið í novembur 2020, tað vil siga áðrenn kommunu skifti.
Politiið gevur loyvi tvær vikur áðrenn festivalin um vit bara fylgja okkara trygdarætlan.
Niðurstøða:
So fyri at taka samanum.
Eg eri kedd av at tit ikki føla tykkum tikin við og nógv væl informeraði.
Eg hopi at tit síggja at hetta ikki er eitt ???Rave??? har fólk bara koma fyri at vera í øðrviti, vit gera alt fyri at gera akkurát tað mótstatta, royna at vísa á heilsu, bevíðstheit og vitan, samstundis sum man kann stuttleika sær, dansa og knýta bond.
Tað er altíð lekkurt at dansa og úttrykkja seg, og man noyðist ikki at vera fullur ella í øðrviti fyri at gera tað. Annars koma vit heldur ikki at selja sterkt alkohol, bert øl, vín og cider.
Vit hava tí stórstu viðringina fyri náttúruni, Føroyar er eitt av teimu fáðu londunum í verðini ið enn er so reint og óspolera. Hetta gera vit alt fyri at halda so. Vit eru bara stolt av náttúruni og vilja vísa hana framm. Og sjálvandi fara vit ikki at dáka tykkara drekkivatn, aftur her má eg siga at tað Føroyska vatnið er tað lekkrasta og frískasta vatnið og vilja vit halda tað so.
Eg má eisini minna tykkum á at vit sjálvi koma at drekka hetta vatnið undir festivalinum, og eru vit akkurát líka lítið áhugaði í at drekka skitið vatn sum tit.
So við stórstu viðring og vón, biði eg tykkum um at ikki døma festivalin áðrenn hann hevur veri. Kom og síggj hvat tað verður til og danni tykkum so eina meining. Vit eru ikki úti uppá at gera nøkrum ilt ella at snýta nakran.
Vit vilja gjarna bjóða teimum ið búgva í Vága kommunu møguleikan fyri at koma at síggja hvat hetta er við egnum eygum. Vit kunnu skipa fyri einum ókeypis túri inn í festivalin við einum ið vísur tykkum runt, so forvitin fólk úr kommununi ið annars ikki ætlaðu at keypa sær bilett kunnu fáa eitt stutt upplivilsi av hvat hetta er.
Um tit ynskja hetta, so skrivi ein mail til okkum á [email protected] við navni og búðstaði, so vit kunnu vera sikkur í at tit veruliga eru úr vága kommunu. So senda vit tykkum klokkslett og dato fyri frammvísingini.
Við vón um eitt gott samarbeiði.
Bjørk Sjóðklett
The Fairy Island Festival
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald