Politikkur

Tey tosa politikk

...

2019-07-22 10:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landið hevur ligið í stjórnarloysi meginpartin av árinum.


Í staðin fyri at skriva út val, tá samgongan ikki longur kundi ???keypa??? seg til meiriluta fyri sínum politikki, tí ???keypsavtalurnar??? ikki blivu hildnar, valdi løgmaður at leggja landið politiskt lamið til einaferð í september mánað, tá vónandi ein nýggj stjórn kann skipast.

Landsstýrið legði frá sær fyrst í mai mánað, men bleiv sitandi á taburettunum.

Hvørki løgmaður ella landsstýrisfólk hava verið til at fingið fatur á við undantak av Honnu Jensen, sum hevur sent myndir av sær sjálvum til fjølmiðlarnar annan hvønn dag.

Tey lata bara standa til. Byggigølurnar, Glasir og H-bygningurin fáa ongar avleiðingar. ??heimilaða meirnýtslan, sum kosta skattagjaldaranum ørandi milliónaupphæddir, verður tagd burtur.

Í staðin fyri at taka frágreiðingina frá Landsgrannskoðaranum til eftirtektar roynir løgmaður at undirgrava frágreiðingina.

Tá løgmaður í panikki boðaði frá, at hann fór at seta eina kanning í verk av Mentamálaráðnum í samb. við Glasirmálið, var løgmaður ógegnigur at standa fyri kanningini, tí leiðandi embætisfólk á Løgmansskrivstovuni og í Mentamálaráðnum vóru hjún.

Kanningin av Mentamálaráðnum bleiv, sum so nógv annað, ikki til nakað.

Tá løgmaður í summar skuldi staðfesta ábyrgd eftir at hava fingið ein advokat í býnum at fríkenna Menta- og Samferðslumálaráðið, var hann gegnigur. Bæði í samb. vid umbønina til advokatin og í samb. við niðurstøðuna um fríkenning.

Løgmaður visti ikki, hví hann var ógegnigur í samb við ætlaðu kanningina, men var gegnigur til at fríkenna ráðini.

Fyri at skúgva ábyrgdina frá sær, vísti hann til umsitingina á Løgmansskrivstovuni.

Tey flestu vita, at løgmaður er útbúgvin løgfrøðingur og hevur arbeitt sum advokatur, og tí er ein spurningur um gegnið, lættur hjá honun at svara uppá.

Tá løgmansstjórin metir seg at vera ógegniga at viðgera Mentamálaráðið í samb. við Glasir-gøluna, er hon ógegni.

Tá er hon eisini ógegnig at viðgera øll mál um Glasir-gøluna í Mentamálaráðnum.

Løgmansstjórin tók eina rætta avgerð, tí maður hennara, sum arbeiðir í Mentamálaráðnum, hevur havt ein høvuðsleiklut í Glasirmálinum.

Tey fremstu embætisfólkini í føroysku fyrisitingini fingu til uppgávu at kanna hvør annan, tí løgmaður ikki var førur fyri at liva upp til sína ábyrgd. ??rslitið var longu givið frammanundan.

Hesi somu sum hava verið við til at seta hvør annan í starv og sum sita saman á stjórafundi hvørja viku, eisini aðalstjórin í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, og viðgera mál sum Glasir og H-bygningin.

Meðan politiska atgerðarloysi stendur við og versnar, eru tey farin undir tað, sum tey eru allarbest til, at ???tosa??? politikk.

Tey, sum hava ábyrgdina av byggigølunum á Glasir og H-bygninginum og ørandi milliónaupphæddunum í meirnýtslu, Hendrik Old, Heðin Mortensen, Rigmor Dam og Sirið Stenberg, eru javnan frammi og ???tosa??? politikk.

Tað er eisini nógv lættari, at ???tosa??? politikk, enn at fremja politikk í verki.

Eisini Eyðgunn Samuelsen er komin á banan at ???tosa??? politikk. Ongin hevur hoyrt til hana í fýra ár, hóast hon hevur sitið sum landsstýrisfólk.

Hon fekk fleiri hundrað milliónir frá Løgtinginum til at gera barnaheim og onnur stovnspláss fyri, men lítið og onki er komið av skafti.

Ikki tí, hon hevur ???ætlað??? sær at bygt barnaheim.

Tað hevur hon ætlað leingi, so leingi, at barnaheimið er dýrkað frá 60 milliónum í 2017 til 130 milliónir í 2019, meðan hon í berum atgerðarloysi hevur ???ætlað??? at bygt.

Tað sama er við vælferðarlógini.

Henni hevur hon arbeitt við í fýra ár.

Vit hava hvørki fingið barnaheim ella vælferðarlóg.

Soleiðis kundi ein hildið áfram.

Hevði val verið útskrivað, tá løgtingsformaðurin var noyddur at koyra tingfólk til hús, høvdu vit havt eina nýggja stjórn, tá Tingið kemur saman á ??lavsøku.

Jacob Vestergaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder