Politikkur

Tey, sum vóru arbeiðsleys áðrenn Koronasmittuna eru við skerdan lut

...

2020-04-15 09:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hesi fólkini kunnu í dag fáa eina hægstu upphædd frá ALS, sum er 17.500kr. Samstundis kunnu tey, sum eru komin inn í skipanina orsaka av korona fáa 20.000 sum hægstu upphædd. Tað sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

???Tað vóru áleið 300 fólk í ALS/fiskavirkisskipanini, ta ið koronasmittan breyt út. Hví hesi 300 fólkini skulu fáa lægri upphædd enn tey túsundtals, sum eru komin uppí seinni, taðer púraóskiljandi. Um nakað so eru tey enn verri stillað enn tey vóru, nú útlitini at koma aftur í arbeidi eru blivin verri.

Tí er at vóna, at hetta mál verður loyst sum skjótast.??? sigur Sirið Stenberg.

Hetta erórættvíst og skaparójavnað.

Bæði løgtingsins trivnaðarnevnd og vinnunevnd hava víst á hetta, og heita báðar á landsstýrismannin um at fara í samráð við ALS stýrið fyri at fáa javnsett bólkarnar. Men landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann ger onki við málið. Hann ætlar sær at lurta eftir tí, sum ALS stýrið kemur við. Og tað er eisini vanliga mannagongdin. Men hetta er ein serstøða, og løgtingið hevur talað. Nevndirnar hava púra greitt víst á, at tær ynskja, at landsstýrismaðurin tekur máliðupp við ALS stýrið. Og løgtingið er omanfyri landsstýrið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder