Politikkur

Tey ríkastu fáa meir

...

2019-12-13 15:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TEY RÍKASTU FÁA MEIR

Í dag viðger Løgtingið uppskot frá samgonguni um broytingar í pensjónsskipanini.

Undanfarna samgonga hevði sum endamál, at lyfta teir pensjónistar, sum bert hava samhaldsfasta og fólkapensjón. Teir pensjónistar fingu eitt søguligt lyft á 1.500 krónur meira um mánaðin.

Núverandi samgonga hevur marknaðarført seg við, at nýggju broytingarnar eru eitt lyft til pensjónistarnar.

Men enn einaferð koyrir ABH samgongan allir pensjónistar í ein bólk, hóast vit vita, at tað fíggjarliga er sera stórur munur millum ríkastu og fátækastu pensjónistunum.

Samgongan velur at geva teimum pensjónistunum við hægst inntøku nógv mest, heldur enn at hjálpa har tørvur veruliga er á tí.

Til dømis fáa pensjónistar, sum hava eina inntøku á yvir 375.000 krónur meira enn 3 ferðir so nógv, sum ein við inntøku á 60.000 krónur. 

Hetta fer ikki at lyfta, har veruliga tørvur er á tí. Hetta fer bara at økja um ójavnan millum pensjónistar.

- Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder