2019-02-27 06:46

Sunda kommuna: Á býráðsfundi 25. februar 2019 samtykti býráðið einmælt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Lilliuna Jacobsen í starv sum tekniskur leiðari.
Lillian er útbúgvin byggifrøðingur frá Byggeteknisk Højskole í Aalborg. Hon hevur drúgvar royndir innan tekniska- og tænastuøkið í Danmark og Føroyum. Lillian kemur úr leiðandi starvi hjá Aluplast, har hon eitt skifti var fyribils stjóri.
Lillian, ið er 37 ár og búsitandi á Kambsdali, byrjar í starvinum 1. apríl 2019.
Vit ynskja Lilliuni tillukku við starvinum og bjóða henni vælkomin í starvsfólkahópin hjá Sunda kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald