Politikkur

Teir selja land og seg sjálvar

...

2020-05-25 14:43 Author image
placeholder

Orðini eigur Pól F. Joensen, tá hann smíðaði orðini um deyða Magnus Heinason. Men enn er tað viðkomandi í dag, sum tað var á døgum Magnusar. Tí ongin vil vera okra verji, nú landsins álitismenn lata landið upp í fremmandar hendur.

Bláoygdu liberalistarnir grundgeva sítt støðuloysi sum eitt eyga fyri eitt eyga, tí um føroyingurin kann keypa summarhús í útlandinum, kann fremmandi útlendingurin súgva mergin her heima. Treytir eru ongar og ongin trupulleiki hómast enn í teirra eygsjón. Men bygdir í Føroyum kenna til fremmanda eigaran, sum hevur ognað sær fleiri hús í grannalagnum. Og tómligt er innan húsagátt, har tað bert eru fleiri fremmandafólk á vitjan. Skal hetta verða framtíðar Føroyar?

Samanberingin er høpisleys

Okur í Føroyum skulu gera lógir fyri okum og verja okra áhugamál, sum skal koma øllum í Føroyum til góðar. Tað er onki nýtt ella nøkur stór ósemja um at seta avmarkingar og treytir á viðurskifti fyri útlendskan ognarskap. At ein lund er sett av í Spania ella Bulgaria til summarhús er ikki tað sama sum, at útlendingar kunnu keypa heilar bygdir undan okum. Um so var, so mugu fleiri lógarviðurskifti umsetast til føroyskt, hóast tað er fullkomiliga burturvið. Okur kundu umsett prostitutión í einum landi til føroyskt. Tí um føroyingar kunnu keypa sær eitt fríggj uttanlands, so má tað sama verða galdandi fyri útlendingar í Føroyum. Sovorðið humbukk og tað vita landsins álitismenn fullvæl.

Sum ferðamál økist áhugin fyri Føroyum, og tískil mugu okur verja okra land og umhvørvi nú, soleiðis at okur ikki standa ognarleys í okra egna niðurtraðkaða landi. Tað má gerast nú, meðan okur enn hava eitt land at ráða yvir.

Heldur fyrivarin enn eftirsnarin

Tað nyttar lítið um eini fimm ár frammi í tíðini, tá okur heldur eftirsnarin gremja okum um støðuna við orðum úr áðurnevndu yrking ???...hvør skal nú vera tín verja, og breðga mót ránsmonnum brand; ogn tín av landi er drigin...???. Tá er skaðin gjørdur.

Ein samdur Javnaðarflokkur sigur, at tað er nú okur mugu verja okra oyggjaland, men latum okum so eisini, báði samgonga og andstøða, leggja gamalt agg og villleiddar niðurstøður til síðis og verja borg í Føroyum.

Okur kenna dømi úr øðrum londum og hjá okum, at ferðavinnan hevur órógvað bæði so og so, og aðrastaðni keypt náttúruøkir til ferðavinnu. Enntá gamlar bygdir eru gjørdar til ferðavinnubýir. Alt gott um ágóðan hjá teimum ferðandi, men tey vilja uppliva løtumyndina. Tað eru okur, sum skulu búgva her. Treytir mugu setast.

Ímyndið tykum, at vitjað verður við Gjógv, men at gjáarmenn eru útdeyðir. Hví? Við Gjógv búgva bara vitjandi útlendingar. Hvat hava okur tá vunnið? Møguleikin er til staðar nú, at útlendingar kunnu keypa stór øki ella fleiri hús uttan treytir ella avmarkingar og í roynd og veru skumpa føroyingar til havs av egnum landi.

Nyttar lítið at krúpa sum hugsjónarligir liberalistar ??? vaknið og vísið tenn!

Jens Arni Leo Hammerfoss, Javnaðarflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder