JN

Tanum sleipaði ein bát inn í dag

...

2020-12-21 22:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 09:06 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið um skrúvuna suðureystur úr Eystnesi.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Tanum, sum fór eftir bátinum. Tanum var hjá bátinum um 10 tíðina, og var tá staddur góðar 4. fjórðingar suðureystur úr Eystnesi. 

Tanum sleipaði bátin til Skála, og var har á middegi við honum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder