2021-05-22 17:11

Hans Blasavær legði í gjár henda tekstin út á Facebook: Í gjár var eg tann. Tann fyrsti sum bleiv smittaður av coronu _í_ Føroyum síðan í januar. Eg var eitt sindur typtur og hevði ilt í vøddunum, og væntaði ikki at tað var tað stóra, men hóast alt fór eg og tók eina test. Systurin og húsalæknin hevði trútta í okkum at um har var tann minsti ivi, so skuldu vit taka eina test.
Kom so niðan á Tetis gjáramorgunin, og har var tómt bara eg og ein sum fór afturum. Tá eg bað um eina kanning, so var spurningum um hetta var ein fjórðadagskanning, eg seðgi nei. Hon spurdi so óvantað hví eg so kom. Nú var ov seint at venda aftur, so eg svaraði bara, kann mann ikki bara koma tí? Jújú kom bara afturum her, so klára vi tað. Eg valdi Tetis, tí eg skuldi til sjónleik um kvøldið, og hetta høvdu vit glett okkum til í fleiri mánaðir, so eg vildi hava svar áðrenn eg fór niðan í NLH.
So gekk dagurin og einki svar kom. Laufey spurdi um hvat sker, og hvi er einki komið??? Kl 15 ringdi Landslæknin so, og fyrst helt eg at hann skuldi hava eina teldu ella okkurt, men skjótt bleiv greitt at hetta var nakað heilt annað. Eg varð positivur, blóð reyður og tað var tann enska útgávan, sum smittar sera illa. Hann royndi at frætta hvar eg hevði verið, um eg hevði ferðast ella verið saman við ferðafólki. Men har var einki, so støðan var undarlig og álvarslig, tí hetta merkti at smittan var úti í samfelagnum, og eingin visti hvar hon var.
So vóru nakrir tímar við kaos, tí eg skuldi boðað frá og tosa við kollegar og lesandi og familjan var kløkk og bangin. Tíbetur fingu øll eina test beinanvegin og svarið kom 4 tímar seinni at øll vóru negativ. Tann lætti, men tað merkti at vit øll skuldu í hvør sína ætt fyri at minimera sóttarhaldið um har var ein dominoeffekt. Laufey er koppsett, so hon fekk allar uppgávurnar til at fáa alt uppá pláss, pakka, koyra og keypa inn. Nú sita vit so í trimum húsum og bíða. Lars segði at koppsetingin vardi ímóti enska variantinum og koppsett smitta ikki. Próvtøkur, konsertir, familjudøgurðar, alt er avlýst og hetta kom beint til endapróvtøkur hjá Lilju og Bjarna.
Ímeðan mátti eg seta meg at hugsa um øll tey, sum eg hevði verið saman við síðan mánadagin, og tað var ein langur listi. Lars ringdi sjálvur til øll á listanum, og tey fingu góða kunning. Um tit ikki eru uppringd, tí eg havi gloymt tykkum, so mugu tit kontakta landslæknan, men hetta er síðan mánadagin og ikki áðrenn.
Eg var á Tarv fríggjadagin, í NLH til konsert leygardagin og í Miklagarði kl 18 mánadagin, so um tit hava verið har, so er tað best um tit taka eina test. Annars havi eg ikki, sum eg veit um verið millum fólk sum ikki hava fingið tað at vita.
So er tað symptomini, eg havi bara verið typtur og haft ilt í vøddunum, eingin fepur ella ilt í hálsinum. Smakkurin og lukturin hevur eisini verið sum vanligt. Har var einki, tað kundið verið hoyfepur, sum eg vanliga fái, burtursæð frá at tað kavar enn.
Eg havi tað gott í løtuni, men tankarnir mala um hvar tað er komið frá, tí tann sum smittaði meg hevur heilt sikkurt smitta onnur, og tey hava smitta fleiri aftrat, so har ganga møguliga fleiri runt nú og spreiða corona uttan at vita tað.
Um tit hava tað minsta forkølilsi, vøddapínu fepur og líknandi, so mugu tit fara til eina kanning. Tað er ókeypis og skjótt, og tað er ikki bara fyri tykkara egnu skyld. Vit sterku, rasku og ungu skulu nokk klára okkum. Tað er verri hjá teimum við diabetes, høgum blóðtrýsti, æðrakálking, ovurfita og øðrum sjúkum sum vikna kroppin. Hóast tey ikki lata lív, so fer corona illa við kroppin, og ikki minst við heilan, har fleiri melda um verri minni, konsentratión og orku sum ikki verður betur.
Ein kanning og ein koppseting er sum peanuts ímóti hvat korona er. Eg veit hetta, tí eg havi fingið fyrsta prikið, og um eg ikki visti av tí, so hevði eg vita at eg var koppsettur. Bara tey mildu árinini eg havi eru longu meir enn 100 ferðir verri enn ein koppseting. Fyrsta prikið gevur mær eisini ein fyrimun, men eg hevði so ynskt at eg hevði sloppið undan í 14 dagar aftrat og so fingið seinna prikið. So hevði eg ikki sitið einsamallur her ímeðan familjan situr bangin og bíðar eftir um hvat fer at henda, tí worst case scenario er at næstu ferð tit hoyra um meg er í Andlát í KVF.
Einstein segði at alt er relativt, og tað er eisini galdandi her. Eitt lítið prik sum kanska gevur eina eyma øksl ímóti at ein familja er sundurskorin í hvør sínari holu og bíðar og biður um at alt fer at enda gott. Takið testina og verið takksom fyri at vit eru eitt framkomið samfelag har vit fáa bjóða bestu koppsetingina sum finst, ókeypis og til øll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald