JN

Talvudagur fyri Føroyska Bíbliufelagið 23. mai 2021

...

2021-05-20 13:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Stuðla nýggju Bíbliuni 

Sunnudagin 23. mai er Hvítusunnudagur og tá er innsavning til Føroyska Bíbliufelagið í nógvumkirkjum, samkomum og øðrum sum ynskja at stuðla kring landið.Í fjørð var innsavningin nógv darva av Korona, men í ár liggur betur fyri. Bíbliufelagið vónar at kirkjur,samkomur og onnur, aftur vilja stuðla Bíbliufelagnum, at fáa Guds orð út til alt føroya fólk. 

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at útgeva og útbreiða Bíbliuna og bíbilskt tilfar til allar føroyingar,so vit øll, heima sum úti, skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna á okkara málið, í tí orðing og sniði,vit skilja best.Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum, og henda innsavning er einmunandi partur av fíggjarliga grundarlagnum hjá Bíbliufelagnum. 

Pengarnir fara aftur í ár til nýggju Bíbliuumsetingina, sum Hans Jacob Joensen, frv. biskupur, hevurgreitt við góðari hjálp frá øðrum. Umsetingin verður nú gjøgnumgingin og henda fyrstabíbliuumsetingin úr grundmálunum í 60 ár, skal ætlandi koma út í seinasta lagi í 2023. 

Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuútgávu í øðrum londum, so at hesi eisini kunna lesaBíbliuna á sínum egna máli. Stuðul verður m.a. veittur til sjónvarpsrásina Sat 7, ið ger kristiligt ogútbúgvandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeysturi. 

Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo 

Við bøn og tøkk um góðan fíggjarligan og andaligan stuðul. 

Vinaliga vegna 

Jógvan Fríðriksson Forseti

Bergur D. Joensen Formaður

Gunnar K Nattestad Aðalskrivari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder