Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur sent Løgtinginum eina dagføring av tolllógini, sum millum annað tryggjar tollarum fult elektroniskt innlit í ferðafólkalistar og upplýsingar, sum flutningsfeløgini hava um tann ferðandi.
Landsstýrismaðurin fær heimild til í kunngerð at áseta neyvari reglur, um hvørjar upplýsingar skulu latast um ferðafólk, og hvussu upplýsingarnar skulu latast. Við broytingini fær TAKS eina greiðari og meiri einsháttaða mynd av teimum ferðandi, sum skal brúkast til at gera váðametingar av ferðafólki og manningum, sum koma um føroyskar havnir og um flogvøllin.
Váðametingar hava víst seg gagnligar í marknaðeftirlitum hjá grannalondum okkara, og við broytingini í kunngerðini kann TAKS krevja, at talgildu upplýsingarnar verða latnar á ein ávísan hátt. Hetta tryggjar, at viðgerðin av upplýsingum verður einsháttað og at til ber at fremja eina váðagreining í nóg góðari tíð til at tryggja eitt nøktandi fysiskt eftirlit, tá fólk koma til landið.
Løgtingið hevur hækkað játtanina hjá TAKS til eftirlitið av innsmugling av rúsevnum við 500.000 krónum.
Men tað hevur týdning fyri landsstýrismannin í Fíggjarmálum at herða átøkini móti rúsevnissmugling, og tí er dagføringin av tolllógini bara fyrsta stigið:
Nútímansgerð av tolllógini
Lógaruppskotið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum hevur eisini eina røð av dagføringum í tolllógini, broytingar í ásetingum, og ruddað verður upp í reglum og ásetingum, sum ikki eru tíðarhóskandi.
Eitt nú eru broytingar í tollsatsum, sum ein avleiðing av handilssáttmálanum millum Føroyar og ES. Seyða- og geitakjøt, umframt ávísar framleiðslur úr seyða- ella geitakjøti, kunnu í avmarkaðum nøgdum flytast tollfrítt til Føroya úr ES londum.
Lógaruppskotið er gjørt í samstarvi við TAKS og hevur verið til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum. Dátueftirlitið lat inn hoyringarsvar, sum tey einastu, og viðmerkingarnar hjá Dátueftirlitinum eru tiknar til eftirtektar og rættaðar í lógaruppskotinum.
Fíggjarmálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald