Eftir nýggju boðunum frá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi Corona, so vilja vit í Unga Tjóðveldinum bara siga takk!
Stóra takk til øll tykkum, sum komandi dagarnar ella vikurnar, fara at hava úr at gera til arbeiðis. Fleiri av teimum, sum koma at veita tær allar mest neyðugu uppgávurnar komandi tíðina; millum annað sjúkrarøktarfrøðingar, eldrarøktin, fólk sum starvast í almannaverkinum, tey í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, handilsfólk og journalistarnir, sum hava til uppgávu at upplýsa, kunna og ikki minst spyrja teir spurningar, sum vit øll ganga og hugsa um
Fleiri av hesum størvunum eru tey, ið tjena minst í samfelagnum, men í slíkari støðu sum nú, er púra greitt, at hesi eru nøkur av teimum, sum hava størst virði í okkara samfelag ??? tað mugu vit eisini minnast, tá Corona er av
Eisini vilja vit takka teimum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum taka ábyrgdarfullar avgerðir, so sum at stongja virkir og avmarka fólkaflutningin
Unga Tjóðveldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald