Politikkur

TAKK

...

2020-11-11 17:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit á Framtíðarlistanum, eru fús at átaka okkum tað stóru ábyrgd og álit, sum teir 5sessirnir hava, ið tit veljarar góðu okkum til býráðið í Vága kommunu. Vit vilja hevja okkum upp um gamlarósemjur, søkja breitt samstarv ogarbeiða allari kommununi at frama.

Fleiri av okkum hava ikki roynt at arbeitt í býráði áður, og fleiri av okkum hava heldur ikki stillaðuppáður. Tí eru vit sera takksom fyri allar tær 596 atkvøðurnar tit veljarar góðu okkum.

Hóast vit komandi 4 árini koma at sita í anstøðu, vilja vit leggja okkum eftir, at fáa sum mest møguligt at okkara valskrá gjøgnumførda. Vit ynskja framvegis at Vága kommuna skal vera besta kommuna í Føroyum at búgva í. Vitynskja at taka hond um allar borgarar í kommununi, og vit vilja syrgja fyri, at fólk altíð kenna seg hoyrd. Allir borgarar hava okkurt at geva fjøldini, og henda møguleikan ynskja vit at brúka til fulnar.

Vit fara næstu 4 árini at arbeiða fyri, at fólk altíð kenna seg hoyrd og at tikið verður ímóti fólki við virðing. Vit fara at arbeiða fyri, at fjálga um starvsfólkini, ið kommunan varðar av. Og at borgarin altíð kennir til ætlanir og hugskot hjá kommununi, so at tey kunnu koma við sínum íkasti.

Vit eru opin fyri at hava eitt gott og gevandi samstarv við tey á hinum listanum. Vit vóna eisini, at tey eru opin fyri einum tøttum samstarvi í býráðnum, har øll eru á jøvnum føti.

Vit vilja eisini at enda enn einaferð takka tykkum øllum fyri stuðulin og eisini takka øllum borgarunum í kommununi fyri tykkara opinleika og áhuga.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder