Politikkur

Taka mótmælisskrivið í størsta álvara

...

2019-05-14 15:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mótmælið frá borgarum í Saksun, um ætlanirnar hjá kommununi at gera wc, parkeringspláss, skelti, gøtur o.a. varð viðgjørt á fundi í trivnaðarnevndini mánakvøldið 13. mai. Samtyktin kann lesast her:

Í sambandi við skipan av ferðavinnuni í Saksun ynskir kommunan at taka mótmælisskrivið móttikið 6. mai 2019 og tilhoyrisskrivið til mótmælisskrivið móttikið 13.mai 2019 í størsta álvara.

Tí fer kommunan at steðga arbeiðinum fyribils og kemur at kalla borgarar búsitandi í Saksun til fundar um málið.

Kommunan ynskir framhaldandi í samsvar við samtykta ferðavinnupolitikkin, at skipa ferðavinnuna í Saksunar bygd, men kemur at brúka tíð til at fyrireika raðfestingarnar nærri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder