Tænastulóg og javnbjóðis fíggjarkarmar skulu tryggja eldratænastuna
Heldur enn at tosa um at flyta eldraøkið aftur til kommunurnar, áttu politikarar at sett tænastulóg í gildi umfram at tryggja kommununum eitt javnari fíggjarligt grundarlag
Tíðindaskriv, 5. september 2012
Tað kom fram á almenna fundinum, sum TIGN skipaði fyri í januar mánaða, at støðan á røktarøkinum er ikki nøktandi. Hesa síðstu tíðina er fokus aftur sett á støðuna á eldraøkinum, og støðan er lítið broytt. Nógv dømi eru um langar bíðilistar til røktarheim, at ov fáar hendur eru at geva nøktandi røkt, at økið er ov illa skipað o.s.fr. Tænastan er tó ójøvn frá kommunu til kommunu, tí hon er tengd at vilja, førleika og fíggjarorku hjá teimum einstøku kommunum.
Má standa sína roynd
Ávísir politikarar eru farnir at tosa um at lata landið yvirtaka eldraøkið aftur. Grundgevingin er serliga, at tænastustøðið er ójavnt.
Men tað kann ikki koma óvæntað á nakran, at røktarstøðið fór at vera ójavnt, tá tað varð lagt til so nógvar eindir at umsita, og serliga í byrjuni, áðrenn eitt felags fótafesti er funnið. ??kið bleiv eisini flutt uttan neyðugu fyrireikingina og uttan eina nøktandi fígging av økinum, eina fígging, sum enntá ikki stillar kommunurnar líka.
Tað er alt ov tíðliga at staðfesta, at kommunurnar ikki klára at umsita økið, og grundgevingin um tað ójavna røktarstøðið tykist tí ikki at vera haldgóð. Politkarar mugu viðurkenna tann veruleika, at økið er lagt til kommunurnar at umsita, og er tað skilaleyst at spilla tíð, pening, og orku annars uppá at flyta tað aftur til landið, heldur enn at fáa tað at virka í kommununum. Betri hevði verið at sett fokus á at fáa økið at virka.
Tænastulóg
TIGN vil enn einaferð mæla til, at ein tænastulóg verður gjørd, sum ásetir tað grundleggjandi røktarstøði, sum kommunurnar skulu veita. Hetta fer at tryggja, at røktarstøðið grundleggjandi er tað sama í øllum kommunum, og um onkur kommuna síðani ger tað enn betri, er tað ongin trupulleiki.
Fíggingin av økinum
Tað er eisini minst líka umráðandi at hyggja nærri at fíggingini av økinum. Í løtuni fáa kommunurnar skattainntøkurnar frá teimum persónum, sum eru fevndir av skipanunum, DIS, FAS og NIS, og harafturat fáa tær tann pening, sum kemur inn við forskattingini av pensjónum.
Tað er eyðsæð, at tað verður tilvild, um røktarøkið fíggjarliga fer at hanga saman í teimum einstøku kommunum við hesi fígging, og hetta var eisini tað, sum kom fram á almenna fundinum, sum TIGN helt fyrr í ár. Nakrar kommunur fáa lutfalsliga nógvan pening til økið, og vilja ikki hoyra orð um at broyta tann fíggjarliga leistin á økinum, men aðrar rópa neyðarróp, tí tær als ikki fáa økið at hanga saman. Hetta kann ikki vera rætt.
Fíggingin má taka útgangsstøði í tí, sum verður fíggjað, nemliga talinum av røktarkrevjandi persónum.
Nøgdsemiskanningar
TIGN mælir til, at at nøgdsemiskanningar javnan verða gjørdar í øllum økjunum fyri at tryggja eitt nøktandi røktarstøði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald