Føroyingar, nú er tíð at reisast úr sessinumog velja fólk inn á ting, ið ikki renna aftaná ???politiskari korrektheit???, men reisast fyri tí sum er rætt og sámuligt.
Eg eiti Emy Margretha Kjærbæk, eri 47 ár og búsitandi í Tórshavn. Eg eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvist sum varaleiðari á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum. Eg stilli upp til komandi løgtingsval fyri Miðflokkin.
Á vandakós.
Sekulariseringin hevur rakt Føroyar; hetta landið, sum eg elski og búleikist í. Grundvøllurin, vit hava staðið á í mong ár, er um at verða skræddur undan okkum. Nær vakna vit? Verður tað, tá næsta lógin verður viðtikin í løgtinginum, sum á sama hátt sum broytta hjúnabandslógin, gongur ímóti kristna grundarlagnum, ið Miðflokkurin førir sín politik út frá? Nei Føroyingar, nú er tíð at reisast fyri at forða slíkum lógum, ið forkoma kristna siðaarvinum, soleiðis at vit framhaldandi hava eitt trygt og gott samfelag at liva í.
Avbjóðingar
Nógvar eru avbjóðingarnar í okkara samfelagið. Verjan av rættinum til lívið hjá ófødda barninum, er ein teirra. Tað, sum átti at verið ein sjálvsagdur rættur hjá hvørjum menniskja, at fáa loyvi at verða fødd, er blivið eitt stríðsmál um kvinnunar rætt til at taka avgerð um sín egna kropp. Hetta er fullkomiliga óskiljandi. Tí tað nýggja menniskja, gitið í móðurlívi, er eitt fullkomiliga nýtt individ, við sínum serstaka DNA streingi, eitt unikum. Hvat hevur tað við rættin at taka avgerðir um sín egna kropp at gera? Tað er sárt at hugsa, at vit mugu hava lógir, ið tryggja ófødda barninum rættin til lívið. At tað ikki er mamman sjálv, ið verjir sítt egna barn.
Vit mugu, í dag, fyribyrgja, at lívið/menniskjavirði verður gjørt til einkis, longu tá tað er í móðurlívi. Í dag er loyvi at fremja fosturtøkur, upp til 16 viðgonguviku. Í øðrum londum verða fosturtøkur framdar til 21 viðgonguviku, og seinfosturtøkur eftir 21 viðgonguviku. Tá barnið í móðurlívi er 12 vikur, kann tað kenna pínu. Hetta er ræðandi, tá hugsað verður um, hvussu ein fosturtøka verður framd.
Hvør er hugsanin hjá teimum, ið rópa so hart um, at tað skal verða frí fosturtøka í Føroyum og harvið vilja gera tað púra náttúrligt, at fosturtøka verður framd, og tileinkisgera virði, lítla ófødda barnið hevur? Tað má ikki koma hartil, vit tosa um eitt mannalív.
Vit í Miðflokkinum vilja og fara, sum eitt av aðalmálunum, altíð at verja ófødda barnið við lóg.
Hendan lógin skal ikki víðkast, sum tað verður rópt so hart um, tvørturímóti. Vit vilja tryggja hvørjum menniskja rættin til lívið.
Miðflokkurin hevur eina ætlan og vil fegin rætta eina hjálpandi hond til tær kvinnur, ið ivast og eru keddar um tann veruleika, at tær eru við barn.
Um tú ynskir at fáa meiri at vita um viðgongutíð og fosturtøkur, er bæði skjótt og lætt at leita á alnótini.
Tíðin rennur avstað. Tað stundar til løgtingsval, hjørtuni banka títtari, nógv stendur uppá spæl. Framtíð Føroya er í hondunum á okkum, sum her búgva. Hvørja leið velja vit? Velja vit at vera sokallaði ???politisk korrekt???, fara við streyminum, ella velja vit at reisast fyri tí vit vita er rætt?
Valið er títt.
Vinarliga
Margretha Kjærbæk Valevni fyri Miðflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald