Politikkur

Tað krevur eina sterka hond at taka sær av okkara veikastu

...

2019-08-01 15:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú løgtingsvalið er skotið í gongd hevur Annika Olsen tikið avgerð um at stilla upp fyri Fólkaflokkin.Annikahevur sitið á Føroya løgtingi síðani 2008, mener í løtuni í farloyvi úr løgtinginum, meðan hon røkirstarvið sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Politikkur hevur verið ein sera týðandi partur av hennara lívi, og hevur hon við árunum fingið drúgvar royndi.Hon hevur verið

  • Varaløgmaður: 20011-2015
  • Landsstýriskvinna í almannamálum og norðurlendskum samstarvi: 2011-2015
  • Landsstýriskvinna í innlendismálum: 2008-2011
  • Býráðslimur í Tórshavnar býráð: 2004-2008

Umframt hesi álitisstørv hevur hon havt týðandi nevndarsessir í løgtinginum. Sambært Anniku er hetta góður førningur at hava i skjáttuni, og sum hevur givið eitt stórt innlit í føroyska samfelagið. Hon hevur havt tann framíhjárætt at umsita bæði tey sokallaðu hørðu og bleytu virðini, havt ábyrgd av tunlum, vegum og brúm eins og ábyrgdin eisini hevur verið av teimum eldru og fólkum við serligum avbjóðginum.

Sum landsstýriskvinna í innlendismálum hevur hon staðið á odda fyri nógvum týdningarmiklum verkætlanum sosum leiviksvegnum, rítuvíkarvegnum, fyrstu lógini um eysturoyartunnulin, ið legði lunnar undir ta verkætlan, ið nú skjótt gerst veruleiki. Eisini var tað undir hennara leiðslu sum innlendismálaráðharri, at eitt samt løgting tók undir veðurlagspolitikki Føroya um at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum við 20 % í 2020 í mun til útlátið í 2005.

Sambært Anniku Olsen var tað tíðin sum landssstýriskvinna almannamálum, sum gav henni besta og týdningarmiklasta førningin, innlitið í veikasta partin av tí føroyska samfelagnum. Undir leiðslu fólkafloksins í almannamálum vóru m.a. 8 leigubústaðir bygdir í Klaksvík til fólk við serligum avbjóðingum, 12 vardar bústaðir bygdir í klaksvík, depil bygdur í Rúnavik til børn og ung við fjølbreki, 16 leiguíbúðir bygdar í Runavík, 12 vardar bústaðir bygdar í Runavik, 16 íbúðir til sálarsjúk í Havn, Fountainhúsoð varð sett á stovn í Havn, virknis og umlættingardepil bygdur á Sandi, barnahúsið varð sett á stovn til børn og ung, ið eru útsett fyri kynsligan og annan harðskap. Hóast nógvar ábøtur vóru gjørdar við at byggja heim kring alt landið til fólk við serligum avbjóðingum er langt eftir á mál, og tað krevst veruliga ein sterk hond at taka sær av okkara veikastu.

Tað er onki at dylja yvir, at almannamál og heilsumál liggja henni ógvuliga tætt at hjarta. Men uttan eitt sterkt vinnulív, ið er kappingarført, er trupult at varðveita eitt vælferðarsamfelag, sum vit øll ynskja. Tað er alneyðugt, at búskaparliga gongdin heldur áfram, og at fólkavøksturin ikki steðgar upp. Fyri at tryggja hetta vil Annika olsen arbeiða fyri:

  • At bústaðir verða tøkir kring alt landið til allar aldursbólkar, og at privata vinnan fær høvi at vera við í hesum arbeiði.
  • At bústaðir verða bygdir kring alt landið til fólk við serligum avbjóðingum. Tað er sambært Almannaverkinum í Havn, at størsti tørvurin er í løtuni, og tí verður byrjað her.
  • At sjóneykan verður sett á, at frítíðartilboð og skúlatilboð verður veitt til fólk við serligum avbjóðingum, so teirra gerandisdagurin gerst innihaldsríkur.
  • At endurmenning (rehabilitering) verður veitt til allar borgarar, og at rehabiliteringsdeplar verða stovnaðir kring landið. Fólk, ið hava skert teirra førleikar skulu hjálpast á føtur aftur.
  • At tryggja hetta er tað neyðugt við einum sterkum og kappingarførum vinnulívi. Tí skulu ikki fleiri avgjøld leggjast á vinnulívið.
  • At vit lata dyrnar upp fyri betri marknaðaratgongd hjá føroyskum vinnulívi úti í heimi.
  • At ferðavinnan hja okkum er burðardygg, so hon kann gerast ein búskaparlig súla undir vælferðarsamfelagnum.

  • At vit framhaldandi byggja út okkara samfelagskervi øllum føroyingum at gagni. Tað skal vera liviligt og møguligt at virka kring alt Føroyar
  • At vit føra at sterkan og skynsaman fíggjarpolitikk,sum ger okkum fíggjarliga sjálvbjargin.
  • At vit fara væl um okkara umhvørvi og at Føroyar gerast óheftar av ojuni. Tað tænir bæði umhvørvinum og styrkir okkum búskaparliga.

Hetta eru nøkur av teimum kjarnumálum, sum Annika Olsen ynskir at arbeiða fyri komandi løgtingsskeið um henni unnist at fáa sæti á Tingið.

Gott fólkafloksval.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder