Vit kunnu vera ósamd um nógv. Men tá ið vit seta okkara umstøður í perspektiv og samanbera tær við ta neyð og elendigheit, sum er mangastaðni í heiminum, so hava vit føroyingar tað ómetaliga gott ??? og í tí ljósinum fær mangt av tí, sum vit kjakast um í einum valstríði, eitt annað skin.
Men her skal stýrast, og sjálvandi ger tað ikki tað sama, hvussu stýrt verður, og hvørja politiska skipan, vit hava!
Vit í Fólkaflokkinum bjóða okkum fram og halda sjálvandi, at vit hava tað besta boðið upp á hetta!
Í bókini, ???Men lívið lær???, lýsir Heðin Brú tað klassabýtta føroyska samfelagið síðst í átjandu øld, har lógirnar bundu fólkið niður. Høvuðspersónurin í bókini er ein kvinna, Durita, og hon verður lýst sum ein hetja, ið við sínum virkisfýsni fær endurreist stórar partar av bygdini og meira aftrat, tí hon situr ikki og ivast í hvussu og hvat, men uttan at drála ger hon tað, hon veit, er rætt ??? og hon berjist fyri, at fólkið skal fáa rætt í egnum landi.
Í hesi bókini lýsir Heðin Brú, hvussu stóran týdning kvinnan altíð hevur havt í tí føroyska samfelagnum, men eisini hvussu ómetaligan týdning baraeittmenniskja kann hava fyri sítt umhvørvi og sítt land.
Og vit vita øll, hvussu týdningarmikið tað er, at fólk, sum hava hugsjónir, vilja og áræði ??? tað veri seg í vinnulívi, innan mentan ella ítrótt ??? sleppa framat at virka, og tað er so týdningarmikið, at vit, sum bjóða okkum fram sum politikarar, gera tað soleiðis, at tey fólkini, sum vilja nakað, sleppa framat at virka.
Hesum politikki stendur Fólkaflokkurin fyri. Vit vilja, at tann einstaki borgarin skal hava frælsi til sjálvur at leggja egin viðurskifti til rættis eftir evnum, vilja og undir ábyrgd fyri sær sjálvum og sínum.
Men samstundis er tað so týðandi, at vit ikki gloyma tey, sum ikki eru ment at klára seg sjálv í samfelagnum ??? tey menningartarnaðu, tey rørslutarnaðu og onnur, sum bera brek. Her hava vit sum politikarar eina av okkara størstu skyldum: at taka okkum av okkara veikastu borgarum og hjálpa foreldrum og familju, sum ofta sita so einsamøll við trupulleikunum.
Jógvan á Lakjuni,
løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald