Politikkur

Tað ber væææl til

...

2019-08-05 20:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað ber væl til at seta ferð á bústaðarbygging í Føroyum. Tað einasta, sum krevst, er ein banki, sum er sinnaður at læna fólki peningin.

Tí skjýtur Miðflokkurin upp at stovna ein almenna bústaðabanka. Ja, vit hava longu skotið hetta upp við løgtingsmáli nr. 52/2018. Tað er gleðiligt, at fleiri nú siga seg taka undir við almenna bústaðabankanum.

???Jamen, tað er ov stórur váði fyri landskassan???, siga summi. Nei, tað er tað ikki. Gransking vísir, at tryggasta íløgan av øllum er í bústaðir. Tað merkir, at lán, sum tað almenna letur til bústaðir, verða afturgoldin, bara landskassin hevur neyðuga tolið. Og tað hevur landskassin, tí hann skal bara eiga pengarnar. Hann skal í grundini ikki brúka pengarnar, sum skulu tryggja minsta innlán landskassans.

Og lán til bústaðir er ikki útreiðsla. Tað er lán, sum verður afturgoldið.

Ístaðin fyri at goyma almennar pengar í útlendskum virðisbrøvum og grunnum, sum í sínum lagi læna pening til bústaðabygging í útlondum, er munandi betri, at landið lænir almennu pengarnar til bústaðir í Føroyum. Tí, sum sagt, pengarnir standa tryggir í bústøðum; teir fara ongan veg og verða afturgoldnir.

Fólk og familjur, sum í áravís hava bíðað eftir bústaði, fara ikki at bíða leingi við at seta gongd á húsabygging, fáa tey lán. Tí skal berast skjótt at og stovna Føroya Bústaðabanka. Tørvurin er bráneyðugur og fólk kunnu ikki bíða longur.

Okkara grannalond hava fleiri ymisk amboð at stuðla upp undir bústaðabygging. Vit hava so at siga onki og lata alla uppgávuna yvir til privatu peningastovnarnar. Sjálvandi skulu almennu Føroyar eisini hava virknan lut í at gera tað møguligt hjá familjum við lág- og miðalinntøkum at fáa egið tak yvir høvdið.

Tað ber væææl til!

Bill Justinussen

Valevni fyri Miðflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder