JN

Tá klassikarar gerast nútímans

...

2020-10-01 06:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Minnist tú ???Stýr tær???, ???Turbo Petur??? og ???Eitt forelskað par???? Hetta eru heitini á nøkrum av løgunum á tónleikaútgávunum, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd stóð fyri í 80- og 90-árunum.

Nú hava vit latið tónleikaútgávurnar í talgildan ham og gjørt tær atkomuligar hjá einum nýggjum ættarliði. Frá 30. september 2020 verða tónleikaútgávurnar ???Stýr tær??? og ???Síðsta skríggj??? sostatt tøkar á øllum talgildum pallum.

Tónleikur sum amboð at tosa við ung um ferðslutrygd

Í 1987 gav Ráðið fyri Ferðslutrygd út kasettubandið ???Stýr tær???. Á bandinum vóru tíggju løg. Níggju teirra vóru kendir poppsangir, sum vóru væl dámdir millum tey ungu. Meðan nýskrivaði sangurin ???Stýr tær??? varð gjørdur til høvið. Johannus á Rógvi Joensen og Martin Joensen gjørdu lagið, meðan Joka framførdi. Bandið fekk sera nógva spælitíð í útvarpinum, og heilt víst eisini á mongum biltúrum, har bandspælarin koyrdi við fullari styrki.

Júst tíggju ár seinni, í 1997, útgav RFF aftur tónleik við ferðslutryggum boðskapi. Kasettubandið var skift út við fløguna, sum í 90árunum var síðsta skríggj, og tað bleiv eisini navnið á útgávuni.

Á ???Síðsta skríggj??? vóru 13 nýskrivaði løg. Uni Arge átti orðini, meðan Johannus á Rógvi Joensen stóð fyri tónleikinum. Karl Martin Samuelsen, Malan Eyðunsdóttir og Rókur Jákupsson Jacobsen eru nakrar av kendu røddunum á útgávuni.

Boðskapurin í sangunum er ferðslumentan í breiðari merking og siga eina søgu um biltúrar, at koyra skjótt, rúskoyring, at ansa sær, og um at missa í ferðsluni.

Ung fólk eru yvirumboðaði í hagtølunum fyri tey, sum doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni og tí vildi Ráðið fyri Ferðslutrygd serliga røkka teimum ungu við sínum átøkum. Hetta eru tónleikaútgávurnar dømi um.

Hóast ferðsluhagtølini eru betraði nógv, síðani ???Stýr tær??? kom út í 1987, eru ung enn yvirumboðaði í ferðsluvanlukkunum og ov nógv ferð og rúskoyring eru enn ein avbjóðing fyri ferðslutrygdina. Tí er boðskapurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og sangirnir á ???Stýr tær??? og ???Síðsta skríggj??? enn líka aktuellir.

Kendir tónar ??? nýggjur miðil

Nú vit skriva 2020 hava flestu okkara skift fløgu- og bandspælaran út við talgildar miðlar. Vit stroyma og keypa tónleikin á telduni og á fartelefonini. Tí hava vit bustað dustið av gomlu útgávunum og latið tær í nýggjan talgildan ham. Á henda hátt gerast sangirnir atkomuligir hjá einum nýggjum ættarliði, sum kanska ikki kennir sangirnar ??? og hjá okkum, sum eru eitt sindur eldri, at endurhoyra gomlu klassikararnar.

Lovisa Petersen Glerfoss

RFF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder